Hans Tórgarð
er føddur í 1969, og uppvaksin í Kvívík.
Hans er útlærdur Master of Arts í leiklist frá Teaterhögskolan í Helsingfors í Finlandi í 1999.
Áðrenn Hans fór at útbúgva seg til sjónleikara, var hann at síggja bæði á palli og í sjónvarpi. Síðan lokna útbúgving hevur Hans starvast innan pallist sum sjónleikari, leikstjóri, høvundur og týðari. Umframt at arbeiða við palllistini, hevur Hans lagt rødd til alskins teknifilmar, jólakalendarar, ljóðbøkur o.l.
Á skermi hevur Hans eisini verið at síggja í lýsingum, filmum og serium. Umframt í føroyskum sjónvarpi, hevur Hans millum annað spælt við í íslendsku sjónvarpsrøðini; Ófærð.
Á Tjóðpalli Føroya hevur Hans spælt við í og annars verið partur av flestu leikverkunum gjøgnum árini, og síggjast hesi niðanfyri.