Keisarans nýggju klæðir
Sum tey flestu vita, so snýr søgan um keisarans nýggju klæðir seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum: Tey eru ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava.
At lumpa seg sjálvan av berari forfongiligheit og ræðslu fyri sínum egna umdømi er eitt evni sum ongantíð er vorðið óaktuelt síðan H.C. Andersen skrivaði søguna fyri skjótt tveyhundrað árum síðan.
-
Fýra sýningar av “Keisarans nýggju klæðir” vóru ólavsøkudagarnar, og tær vóru allar fullsettar. Tað sama vóru tær sýningarnar, ið vóru eftir Ólavsøkuna. Leikurin var so væl umtóktur, at hann varð tikin upp aftur og spældur á Tjóðpallinum á heysti sama ár.

SØGA
H.C. Andersen
HANDRIT
Katarina Nolsøe
Hans Tórgarð
PALLMYND O.A.
Símun Pauli Hansen
BÚNAR
Katrin Bonde
Leikarar
Katarina Nolsøe
Hans Tórgarð

Myndir: Maria Tórgarð