Vitello
Nú hava vit møguleika at síggja hann, Vitello, ið vit øll hava hoyrt um, ella í øllum føri flest okkara.
Bøkurnar um Vitello, ið Sjúrða Gullbein hevur týtt til føroyskt, eru nógv lisnar í heimum og eisini hava tær verði at hoyrt í barnaútvarpinum. Eftir bókunum hjá Kim Fupz Aakeson og gjørt til leik av Gunvor Reynberg
Vitello, drongurin við hesum løgna navninum, tí at mamman einaferð hevur búð í Italia í tveir mánaðir. Nógv er at siga um Vitello, og ein keðir seg ongantíð tá ein er saman við honum. Hann finnur altíð uppá okkurt, um hann so er einsamallur ella er saman við teimum troyttandi tvíburunum Hassa og Max, og ikki minst við lortunganum William.
Nú hava tit møguleikan at koma á Tjóðpallin, og tit fara heldur ikki at keða tykkum saman við Vitello og øllum hinum. Hetta er ein leikur við tónleiki og sangi, ið er bygdur yvir átta av teimum 14 bókunum um Vitello.
Týtt leikin hevur Hans Tórgarð, og er hann eisini leikstjóri. Leikarar eru Jákup Dahl Wardum, Torkil B. Tórgarð, Katarina G. Nolsøe og Sóley Danielsen. Tónleikin hevur Lars Fjeldmose gjørt.
LEIKRIT
Gunvor Reynberg
eftir bøkum hja Kim Fupz Aakeson
TÝÐING
Hans Tórgarð
LEIKSTJÓRN
Hans Tórgarð
PALLMYND
Símun Pauli Hansen
LJÓSSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
TÓNLEIK
Lars Fjeldmose
Leikarar
Jákup Dahl Wardum, Torkil Búason Tórgarð, Sóley Danielsen og Katarina G. Nolsøe

Myndir: Ólavur Fredriksen