Sjúkt sunn
Ein leikur til øll, ið hava heilsu. Er tað møguligt, at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt? Hvar gongur markið í millum at tapa seg nøkur kilo og at svølta seg í hel? Er Anorexi ein lívsstílur? Er royking eitt brotsverk móti mannaættini? Hvør eigur luftina? Hvør er sjúkast, tey sjúku ella tey sunnu? Hesar, og fleiri spurningar, fæst kanska svar uppá í SJÚKT SUNN
14 ára gamla Emilia Momsen hevur etingarólag, men tað er ikki nøkur sjúka, tað er ein lívsstílur, sigur hon. Foreldrini royna hvat tey kunnu at hjálpa henni, men teirra lív er heldur ikki so lætt, og tá mamman fær at vita, at hon hevur sklerosu og pápin hvørvur tá hann sníkjir seg út at roykja, og konfirmatiónin nærkast, og tey fáa gestir alla møguliga staðni frá, og hundurin er kanska eisini sjúkur, so er um at ganga heilt galið hjá familjuni.
Leikurin er uml. ein tíma langur, Mette Heeno hevur skrivað leikritið, Hans Tórgarð hevur týtt og leikstjórnað, og Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen spæla allar leiklutirnar – burtrusæð frá Wilmu, sum verður leikt av einum ósjónligum hundi.
Hóast leikurin kanska fyrst og fremst vendir sær til tannáringar, so snýr hann seg kortini um alla familjuna, og foreldur at tannáringum fáa nokk líka nógv burturúr sum tannáringarnir sjálvir.
LEIKRIT
Mette Heeno
LEIKSTJÓRN
Hans Tórgarð
TÝÐING
Hans Tórgarð
PALLMYND
Símun Pauli Hansen
LJÓÐMYND
Baldur Meitil og Hans Tórgarð
BÚNAR OG REKVISITTIR
Katrin Bonde
SYGTSUND eftir Mette Heeno
TEATURFORLAG: Nordiska Aps – København
Leikarar
Mariann Hansen
Gunnvá Zachariasen
Myndir: Høgni Heinesen