Elektra
Atreus’ synir, Agamemnon og Menelaos, vóru herovastar í grikska herinum, sum fór móti Troia at vinna aftur Helenu, konu Menelaosar. Teir vildu hevna og leggja í oyði býin, ið hevði rænt hana.
Áðrenn flotin setti segl, varð Agamemnon noyddur at offra dóttir sína Ifigeneiu fyri at blíðka gudinnuna Artemis, so veður og vindur vóru teimum til vildar. Hetta gjørdi hann, flotin vann fram til Troia og tíggju ár eftir vendi hann heim sum hetja. Ímeðan høvdu kona hansara Klýtaimestra og fríggjari hennara, Aigistos, systkinabarn Agamemnon, gjørt av at drepa hann tá hann kom heim.
Agamemnon varð myrdur og Aigistos nýggjur kongur í Mýkena. Døtrarnar Elektra og Krýsotemis livdu í deyðans húsi í mong ár. Men yngsta barnið, Orestes, varð fluttur burtur av einum trúgvum tænara, sum ól hann upp í fremmandum londum, til gudurin Apollon beyð Orestes at venda heimaftur og hevna faðirmorðið.
LEIKRIT
Sofokles - í enduryrking hjá Frank McGuinnes
TÝÐING
Hans Tórgarð
LEIKSTJÓRN
Kim Dambæk
PALLMYND OG BÚNAR
Jan de Neergaard
TÓNLEIKUR OG LJÓÐMYND
Joachim Holbek
LJÓSSNIÐGEVI OG FILMSBROT
Turpin Napoleon Djurhuus
HÁR OG SMYRSL
Janita Honnudóttir
BÚNAR
Katrin Bonde
TESKARI
Katarina Nolsøe
Í STARVSVENJING
Símun H. Dalsgaard
Leikarar
Elektra: Gunnvá Zachariasen
Tænari: Hjálmar Dam
Orestes: Hans Tórgarð
Krýsotemis: Durita Dahl Andreassen
Klýtaimestra: Hans Tórgarð
Aigistos: Hjálmar Dam
Kór: Beinta Clothier
Myndir: Høgni Heinesen