top of page

Eg eri mín egna kona



Á pallinum er ein mannligur sjónleikari.

Hann er í svørtum kjóla og hevur eina hvíta perluketu.

Hann sigur hann eitur Charlotta von Mahlsdorf.

Hon hevur eina søgu at siga okkum


 Charlotte ið varð fødd í Berlin í 1928, yvirlivdi nøkur av teim mest dramtisku árunum í europeiskari søgu. Fyrst nasistarnar undir øðrum verðaldarbardaga og síðani árini undir kommunistiska stýrinum í Eysturtýsklandið. Í kvinnuklæðum gekk hon móti valdsharrunum og kravdi sín rætta til at vera seg sjálva.


 Í hesum einmansleikinum spælir Hans Tórgarð 35 ymiskar leiklutir ið allir vóru ein partur av hendingarríka lívinum hjá Charlotte. Hon hevði eitt stórt savn av antikkum møblum og lutum, sum hon hevði savnað saman alt sítt lív – lutir, sum annars høvdu verið fyribeindir undir nasistisku ella kommunistisku stýrunum.Tá ið múrurin millum Eystur- og Vestur Berlin fall í 1989, fekk hon heiðursmerki frá Týska samveldisríkinum, sum tøkk fyri tað stóra arbeiði hon hevði gjørt fyri at varðveita eitt tíðarskeið innan týskt industridesign. Men um somu tíð bleiv hon hongd út sum Stasi-informatør í týsku pressuni.


 Hetta er ein sermerkt søga ið verður fortald frá pallinum. Men kunnu vit trúgva øllum tí ið Charlotta sigur okkum? Drap hon pápa sín sum fimtan ára gomul? Var hon Stasi-stikkari? Er hon hetja ella njósnari?

Fyri at yvirliva tað ómenniskjansligu kúganina og mannminkingina, er tað kanska ikki bara sannleikin ið hjálpir okkum at yvirliva......

LEIKRIT
Doug Wright

LEIKSTJÓRN
Hans Tórgarð
Ria Tórgarð

BÚNAR
Katrin Bonde

LJÓSSNIÐGEVI
Árni Baldvinsson

LJÓÐMYND
Jákup Veyhe
Stéfan Baldvinsson

Leikari

Hans Tórgarð

Hans Tórgarð

Handan leikin

Leikstjóri / týðari

Hans Tórgarð

Leikstjóri

Ria Tórgarð

Jákup Veyhe

Stéfan Baldvinsson

Búnar

Katrin Bonde

Ljóssniðgevi

Árni Baldvinsson

Myndir: Finnur Justinussen

bottom of page