Heksirnar
Hesin leikurin er um heksir. Av teimum, sum eru til. RÆTTULIGAR HEKSIR. Í ævintýrum plaga heksir altíð at vera í fjákutum, svørtum hatti, í svørtum kappa, og tær flúgva á kustaskafti. Men hetta er onki ævintýr. Sjálvur havi eg tvær ferðir sæð heksir. Fyrru ferð slapp eg heilskapaður undan, men seinnu ferð gekk verri ... Men tá saman um kemur eri eg enn á lívið, so sjáldsamur eg annars síggi út. Men lat okkum byrja frá byrjanini ...
Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin, við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini.
LEIKSTJÓRN:
Kristina Sundar Hansen
PALLMYND OG BÚNAR: Hansina Iversen
Leikarar
LEIKARAR: Hans Tórgarð, Katarinu Nolsøe, Lauru Joensen, Páll Danielsen, Sóley Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Petur Meinhard E. Andersen og Nicolaj Falck.
