Náttin áðrenn skógin
Í kvøld fer Bárður Persson - ikki á pall, men upp í ein buss – við einmansleikinum “Náttin áðrenn skógin” eftir Bernard-Marie Koltés.
Tjóðpallur Føroya hevur lænt ein býarbuss frá Mourtisens Bussum til sýningarnar. Bárður Persson hevur týtt leikin, og er einasti leikari. Hans Tórgarð leikstjórnar.
Leikurin “Náttin áðrenn skógin” snýr seg um fremmandagerðing, at ongastaðni føla seg heima. Persónurin í leikinum er ein navnleysur fremmandur. Hann er arbeiðsleysur í tí landi hann er fluttur til, har hansara einasti samleiki júst er “arbeiðari” – fremmandaarbeiðari.
Fransmaðurin Koltés skrivaði leikin í 1977, og í leikritinum verður einki sagt um hvør persónurin er, hvar hann er staddur ella hvønn hann tosar við. Tað verður alt latið upp í hendurnar á leikara og leikstjóra. Hugskotið at spæla leikin í einum bussi komst av, at tað er júst á einum slíkum almennum stað tú kanst fáa eitt sindur av innliti í tankarnar hjá persónum tú annars ongantíð hevði funnið uppá at sett teg í samband við. Øll hava roynt tað onkuntíð: maðurin í bussinum sum ikki kann lata vera við at tosa, og øll hini sum ikki kunnu lata vera við at lurta – tí hesin maðurin hevur eisini sínar tankar og dreymir. Áskoðarin sleppur at “lúra”, so at siga.
Avmarkað er við plássum í bussinum.
Atgongumerkið kunnu keypast á Tjóðpallinum og á Kunningarstovuni. Bussurin tekur fólk uppí í Steinatúni, og síðani verður koyrt runt í H
LEIKRIT
Bernard-Marie Koltés
TÝÐING
Bárður Persson
LEIKSTJÓRN
Hans Tórgarð
BÚNAR
Katrin Bonde
HÁR
Marjun Olsen
BUSSFØRARI
Óli G. Samuelsen
TESKARI
Alma á Lava
Í STARVSVENJING
Astrið G. Simonsen
Heidi Elttør
Leikari
Bárður Persson
Myndir: Høgni Heinesen