

Hans Tórgarð M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
- Hans Tórgarð telist millum fremstu listafólk, ið Føroyar hava fostrað. Vitborin og eldhugaður bæði sum sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur hann sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing. Millum annað soleiðis skrivar dómsnevndin í síni grundgeving fyri at lata Hans Tórgarð virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Vit á Tjóðpallinum ynskja Hans hjartaliga til lukku við heiðrinum, og takka eins hjartaliga fyri at tað stóra og flotta arbeiðið, hann hevu






