top of page

Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um tjóðpall føroya og stuðul til leiklist v.m. 

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

​

​

§ 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at seta á stovn Tjóðpall Føroya. 
Stk. 2. Tjóðpallur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur. 

​

​

Leiklistaráðið

§ 2. Landsstýrismaðurin setir eitt leiklistaráð við 7 limum, ið verða tilnevndir soleiðis:
1) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
2) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Meginfelag áhugaleikara Føroya
3) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
4) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Tórshavnar Býráð 
5) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá starvsfólkunum á Tjóðpalli Føroya
6) tveir limir verða tilnevndir eftir avgerð landsstýrismansins, og verður annar teirra formaður. Leiklistaráðið velur næstformann.
Stk. 2. Limur í leiklistaráðnum verður settur fyri trý ár í senn. Ráðslimur kann í mesta lagi sita í nevndini í tvey fylgjandi ráðsskeið í senn. Sigur ráðslimur seg frá, verður annar valdur í hansara stað restina av valskeiðnum. Løgtingslimir kunnu ikki verða limir í leiklistaráðnum.
§ 3. Leiklistaráðið setir stjóra og loysir úr starvi stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Stjórin er áramálssettur.
§ 4. Leiklistaráðið hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpall Føroya og leiklist sum heild verða umrødd. 
Stk. 2. Leiklistaráðið góðkennir fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár og staðfestir virksemi stovnsins eftir tilmæli stjórans. 
Stk. 3. Leiklistaráðið skal tryggja samstarvið millum Tjóðpall Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista- og mentanarøki, og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum. 
Stk. 4. Leiklistaráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðul til yrkisleiklist, sbr. §§ 11 og 12. 
Stk. 5. Limir í leiklistaráðnum fáa goldið samsýning og ferðaútreiðslur eftir reglum landsins um fundarpening og ferðapening. 
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri starvskipan, uppgávur og virksemi leiklistaráðsins, herundir førleikakrøv til ráðslimir.

 

​

Tjóðpallur Føroya

§ 5. Tjóðpallur Føroya skal:
1) í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk
2) geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist
3) tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra
4) skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum
5) fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.
§ 6. Stjórin skipar fyri virksemi stovnsins og hevur ábyrgdina fyri, at virksemið verður rikið sambært galdandi reglum. 
Stk. 2. Stjórin ger skipanarligan bygnað fyri stovnin, og setir í starv og loysir úr starvi leikarar og onnur starvsfólk.
§ 7. Stjórin hevur listaligu ábyrgdina og er evsti myndugleiki í spurningum um leikskrá.
§ 8. Stjórin ger uppskot um fíggjarætlan fyri virksemið hjá Tjóðpalli Føroya fyri komandi fíggjarár, sbr. § 4, stk. 1 og 2. Uppskotið til fíggjarætlan verður sent landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið. 
Stk. 2. Tjóðpallur Føroya verður fíggjaður við inntøkufíggjaðum virksemi, stuðli og játtan á løgtingsfíggjarlógini. 
Stk. 3. Stjórin ger roknskap, og hevur stjórin ábyrgdina av, at fíggjarætlanin verður hildin. 
Stk. 4. Stjórin ger ársfrágreiðing um virksemið hjá Tjóðpalli Føroya.

​

​

Stuðul til áhugaleiklist

§ 9. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til áhugaleiklist. 
Stk. 2. Stuðulin verður latin um Meginfelag áhugaleikara Føroya. 
Stk. 3. Meginfelag áhugaleikara Føroya umsitur stuðulin. Meginfelag áhugaleikara Føroya letur sambært umsókn feløgum, bólkum og einstaklingum stuðul til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi. 
Stk. 4. Heimilað er Meginfelag áhugaleikara Føroya at nýta part av stuðlinum til umsiting og skrivstovuhald.
§ 10. Meginfelag áhugaleikara Føroya ger uppskot til fíggjarætlan fyri stuðli til áhugaleiklist komandi fíggjarár at senda landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið.

​

​

Stuðul til yrkisleiklist

§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til yrkisleiklist. 
Stk. 2. Stuðulin verður játtaður sambært umsókn eftir tilmæli frá leiklistaráðnum.
Stk. 3. Stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.
§ 12. Leiklistaráðið ger uppskot til fíggjarætlan fyri stuðli til yrkisleiklist komandi fíggjarár at senda landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið.

​

​

Treytir v.m.

§ 13. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, nær og hvussu stuðul verður játtaður, herundir krav um fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu, roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara. 
Stk. 2. Tilsøgn um stuðul fellur burtur, um móttakari ikki longur lýkur settar treytir fyri tilsøgn. Stuðul skal rindast aftur, um móttakari ikki megnar at fullføra ætlan innan ásetta tíð. Stuðulsveitarin kann, har umstøður tala fyri hesum, víkja frá hesi áseting.

​

​

Gildiskoma o.a.

§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2003. 
Stk. 2. Tó koma §§ 9, 10, 11 og 12 í gildi 1. januar 2004.

 

Tórshavn, 2. mai 2003

Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður

Lm. 93/2003

bottom of page