Breaking the Waves
Ein av heimsins bestu filmum verður at síggja sum sjónleikur frá 24. mars, tá ‘Breaking the Waves’ hevur frumsýning á Tjóðpalli Føroya.
Meistaraverkið hjá Lars von Trier frá 1996 verður mettur at vera besti filmur hjá kenda leikstjóranum, og ein av heimsins bestu filmum. Hann vann m.a. Jury-prísin í Cannes, tríggjar virðislønir á Europeiska filmsfestivalinum og høvuðsleikluturin sum Bess gjørdi Emily Watson til heimsstjørnu.
Danski leikhøvundin Vivian Nielsen hevur gjørt sjónleik burturúr filmshandritinum, og tað er íslendingurin Guðjón Pedersen sum er komin aftur á triðja sinni at leikstjórna á Tjóðpallinum. Hann hevur áður leikstjórnað ‘Aftaná Undrið’ eftir Jóanes Nielsen í 2009 og ‘Kirsjuberjagarðin’ eftir Anton Tjekhov í 2010.
‘Breaking the Waves’ fer fram í sjeytiárunum í eini lítlari skotskari útróðrarbygd við einum sera sterkum og puritanskum trúðarsamfelag. Unga gentan Bess verður forelskað í Jan, ið ikki er úr bygdini men arbeiðir á einum boripalli. Hon velur at gifta seg við honum hóast mótstøðu frá familjuni og samkomuni, og tey uppliva tann stóra kærleikan saman. Men sorgarleikurin er ikki langt burturi: Jan gerst lamin eftir eina vanlukku á boripallinum, og kærleikin hjá Bess skal nú standa sína roynd. Tær hendingar sum síðan taka seg upp eru óhugnaligar og ræðandi, tí tær seta spurnartekin við bæði trúnna og skynsemi: Um undur kunnu henda – hvat kosta tey so?
‘Breaking the Waves’ er ein stórtøkin fábul um kærleika og uppoffran, trúgv og fanatismu, vón og trongskygni.
FILMSLEIKRIT EFTIR
Lars von Trier, Peter Asmussen og David Pirie
LEIKGERÐ
Vivian Nielsen
TÝÐING
Laura Joensen
LEIKSTJÓRN
Guðjón Pedersen
PALLSNIÐGEVI
Guðjón Pedersen
LJÓS
Árni Baldvinsson
LJÓÐ
Jón McBirnie
BÚNAR
Katrin Bonde
HÁR OG SMYRSL
Marjun Olsen
Leikarar
Leikarar: Beinta Clothier, Hjálmar Dam, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Súsanna Tórgarð, Jákup Dahl, Kári Øster og Høgni Johansen

Myndir: Eija Mäkivuoti