top of page

Um Leiklistaráðið

Leiklistaráðið verður tilnevnt av Mentamálaráðharranum sambært lóg og kunngerð fyri Tjóðpallin og Leiklistaráðið. Ráðið hevur yvirskipaðu leiðsluna av Tjóðpallinum og:

​

  • setir stjóran fyri Tjóðpallin

  • hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpall Føroya og leiklist sum heild verða umrødd

  • góðkennir fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár og staðfestir virksemi stovnsins eftir tilmæli stjórans

  • skal tryggja samstarvið millum Tjóðpall Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista- og mentanarøki, og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum

  • ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðul til yrkisleiklist.

 

Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn og telur sjey fólk. Landsstýriskvinnan tilnevnir tvey umboð, har annað er formaður. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum verða tilnevndir av ávikavist Leikarafelag Føroya, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Listafólkasambandi Føroya, Tórshavnar Býráð, umframt at starvsfólkini á Tjóðpalli Føroya velja eitt umboð. 

Leiklistaráðið


1. februar 2024 til 31. januar 2027

​

Margretha Nónklett, forfólk, vald av landsstýriskvinnuni

Benjamin Gaasedal, valdur av landsstýriskvinnuni

Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Arnfinnur Nesá, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya

Ria Tórgarð, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya

Heini Gaard, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð

Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

 

 

​

Undanfarin leiklistaráð

​

1. oktober 2020 til 30. september 2023

​

Ólavur Jøkladal, forfólk, valdur av landsstýrismanninum

Birna Heinesen, næstforfólk, vald av landsstýrismanninum

Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya

Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya

Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð

Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

​

1. desember 2017 til 30. september 2020

​

Ingibjørg Berg, forfólk, vald av landsstýriskvinnuni
Oddfríður Marni Rasmussen, valdur av landsstýriskvinnuni
Annfinnur Heinesen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Turpin Napoleon Djurhuus, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya (frá januar 2020)

Noomi Reinert, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Birna Heinesen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Jóan Petur Hentze, næstforfólk, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Beinta Clothier, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

Fríða Midjord, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya (frá februar 2020)

​

1. mai 2014 - 30. apríl 2017 (longt til 30. november 2017)

​

Elsa Jóhanna Høgenni, forfólk, vald av landsstýrismanninum
Dánjal Joensen, næstforfólk, valdur av landsstýrismanninum
Annfinnur Heinesen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Marita Dalsgaard, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya

Ingibjørg Berg, eftir tilmæli frá Tórshavnar Býráð

Katrin Bonde, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

​

1. mai 2011 - 30. apríl 2014

​

Mikkjal N. Helmsdal, forfólk, valdur av landsstýriskvinnuni
Elsa Jóhanna Høgenni, næstforfólk, vald av landsstýriskvinnuni
Páll Danielsen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya

Lydia Didriksen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya

Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar Býráð
Katrin Bonde, starvsfólkaumboð 
fyri Tjóðpall Føroya

​

1. mars 2008 - 28. februar 2011(longt til 1. mai 2011)

 

Annika Sølvará, forfólk, vald av landsstýriskvinnuni
Jóan Petur Hentze, næstforfólk, valdur av landsstýriskvinnuni
Laura Joensen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Jógvan E. Ósá, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Oddfríður Marni Rasmussen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Gulla Øregaard, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Ria Tórgarð, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

​

1. august 2004 - 31. juli 2007 (longt til 1. mars 2008)

​

Annika Sølvará, forfólk, vald av landsstýrismanninum
Martin Mouritsen, næstforfólk, valdur av landsstýrismanninum
Laura Joensen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Dánjal Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya

Jón Thorsteinsson, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya (til mars, 2006)

Oddfríður Marni Rasmussen, eftir tilmæli frá Listafólkasamband Føroya (frá januar, 2007)

Jákup Simonsen, eftir tilmæli frá Tórshavnar Býráð
Ria Tórgarð, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya (frá november, 2006)

bottom of page