top of page

Momo

Eitt stórt loyndarmál er til sum øll kortini kenna. Øll eiga part í tí, hvørt mansbarn kennir tað, men tey eru fá sum nakrantíð hugsað um tað. Hjá teimum flestu er tað bara sjálvsagt, og tey undra seg ikki petti um tað. Hetta loyndarmálið er tíðin.


Vit hava álmanakkar og klokkur at máta tíðina við, men tað nyttar ikki nógv, tí øll vita, at ein einsamallur tími viðhvørt kann vera sum allur ævinleikin, og viðhvørt so strýkur hann avstað sum var hann bert eitt andarhald - alt eftir hvat henir í akkurát hesum tímanum.


Tí tíð er lív og lívið býr í hjartanum. 


(Brot úr bókini "Momo")


-


Leikurin Momo byggir á skaldsøguna hjá týska rithøvundanum Michael Ende. Søgan er eitt klassiskt ævntýr um løgnu gentuna Momo, sum kemur til ein bý, har fólk liva í sátt og semju við hvønn annan í einum hugnaligum og friðarligum gerandisdegi. Býarfólkini taka væl ímóti Momo og lata hana sleppa at búgva í gamla, niðurlagda amfiteatrinum uttanfyri býin. Tey hava góða tíð, so tey vitja dúgliga klóku og vinarligu Momo, sum altíð er so væl nøgd við alt. Men knappliga broytist alt, tá ein herur av gráum monnum sníkja seg inn í býin. Snildisliga sannføra teir býarfólkini um, at um tey royna at spara tíð, er tað sum at seta hana í bankan, tí tá fara tey at fáa tíðina tvífalt aftur. Og so hevur ongin knappliga tíð til nakað longur, heldur ikki at vitja Momo, sum situr einsamøll eftir úti í gamla amfiteatrinum.

Men Momo veit eitt loyndarmál, og so byrjar stríðið, móti gráu monnunum, um at fáa tíðina aftur ...

SKALDSØGA EFTIR
Michael Ende

LEIKGERÐ
Ria Tórgarð
Hans Tórgarð

LEIKSTJÓRN
Ria Tórgarð

LEIKMYND
Eyðun Johannessen

LJÓSSETAN
Árni Baldvinsson

TÓNLEIKUR
Kim Hansen
Kaj Johannesen
Jón McBirnie

BÚNAR
Katrin Bonde

HÁR OG SMYRSL
Marjun Olsen

UPPTØKUR OG LJÓÐMYND
Jón McBirnie

PLAKAT OG LEIKSKRÁ
Niels Arge Galán
Uni Árting

SEYMING
Katrin Bonde
Edith Dahl

LJÓSFÓLK
Símun Pauli Hansen
Kristianna Øster
Tjóðhild Patursson

PALLGERÐ
Kári Øster
Anker Mortensen
Símun Pauli Hansen
Janus Kamban
Birgir Djurhuus

TEKNISK HJÁLP
David Geyti
Kolbein Simonsen

Í STARVSVENJING
Katrina E. Hansen
Elsa Maria H. Hansen
Erika Vilhelmsen
Tjóðhild Patursson

FRAMLEIÐSLUSTJÓRI
Jenny C. Petersen

Leikarar

Katarina Nolsøe
Hans Tórgarð
Kári Øster
Birita Mohr
Kristina Hansen
Høgni Johansen

Høgni Johansen

Kristina Sundar Hansen

Kári Øster

Katarina Nolsøe

Birita Mohr

Hans Tórgarð

Handan leikin

Birgir Djurhuus

Janus Brix Kamban

Kim Hansen

Leikstjóri

Ria Tórgarð

Leikstjóri

Eyðun Johannessen

Ljóðsniðgevi

Jón McBirnie

Kári Øster

Pallsmiðjur

Símun Pauli Hansen

Leikstjóri / týðari

Hans Tórgarð

Búnar

Katrin Bonde

Marjun Olsen

Ljóssniðgevi

Árni Baldvinsson

Finnur Justinussen

bottom of page