top of page

Gerandislív í triðja ríkinum

Einaferð var tað ein tjóð... sum trúði uppá lyftir um eina ljósa framtíð...  styrki og tryggleika... ríkidømi og framburð...

Men prísurin var.... sannleiki.... frælsi.... rættindi... lív.

Einaferð var tað ein tjóð..... sum trúði uppá lyftini.... men ongantíð hugsaði um prísin.


“Gerandislív í triðja ríkinum” byggir á upprunaleikritið Furcht und Elend des Dritten Reiches, eftir kenda  týska rithøvundan, dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht.


Leikurin er settur saman av leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum sum liva í einum landi, har ein einræðisharri við kúgan, forfylging, øsing og gyltum lyftum um eina betri framtíð útinnir sínar dreymar um eitt triðja ríki.

Summi trúgva uppá lyftini og vónina um eitt betri og rættvísari samfelag, meðan onnur royna at mótmæla  ræðuleikunum, tey uppliva.

Óttin fyri hvørjum øðrum skapar split millum vinir og í familjum, og hóast leikurin gongur fyri seg í Nasitýsklandi, er hann aktuellur í dag, nú miðlarnir dagliga bera boð um kríggj, valdsnýtslu og einræðiskúgan í heiminum.


Brecht er kendur fyri sínar samfelagsrevsandi leikir, og søguliga bakstøði í hesum leikinum er valdtøkan hjá nasistunum av Týsklandi í 1933, og tann kúganin og yvirgangurin, ið fylgdi við tí.


Brecht flýggjaði úr Týsklandi tá nasistarnir tóku valdið, og skrivaði leikin Furcht und Elend des Dritten Reiches  meðan hann var útlegd í Danmark frá 1933 til umleið 1938.

Brecht nýtti ofta humor og satiru at lýsa ógvusligar umstøður, og hóast evnið í leikinum er dapurt, eru eisini absurdar og stuttligar senur í leikinum.



Leikurin varir umleið 1 tíma og 30 minuttir.


! Keypt atgongumerki verða ikki endurgoldin !

HØVUNDUR
Bertholt Brecht

TÝÐARI
Hans Tórgarð

LEIKSTJÓRI
Orest Pastukh

LEIKARAR
Sofía Nolsøe Mikkelsen
Kjartan Hansen
Súsanna Tórgarð
Hans Tórgarð
Bjørn Mouritzarson Mohr

PALL- OG BÚNASNIÐGEVI
Sámal Blak

LJÓS- OG LJÓÐSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus

TÓNASMIÐUR
Bohdan Lysenko

TØKNINGUR
Jákup Skovsgård Thøgersen

BÚNAMAKARI
Anna Kristin Bæk

HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen

PALLSMÍÐ
Janus Brix Kamban

MYNDIR
Gwenaël Akira Helmsdal Carré

GRAFISKUR SNIÐGEVI
Kirstin Helgadóttir

LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING - KVØLDARSÝNINGAR
Tórálvur Tórgarð

LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING - SKÚLASÝNINGAR
Ása Helena Brynjarsdóttir

"FRONT OF HOUSE"
Anny Leo Thorsen

SAMSKIPARI
Barbara Hentze í Stórustovu

STJÓRI
Harald Thompson Rosenstrøm

TAKK
Lise-Lotte Vindelbo
Birgir Djurhuus
Asger Schmidt
Kjartan Atlason
Símun Pauli Hansen
Føroya Prent
Allan Dalsgarð
Havnar Sjónleikarafelag
Gunnhild Mørkøre, skómakari
Beinir Bergsson

Leikarar

Bjorn Mouritzarson Mohr

Hans Tórgarð

Sofía Nolsøe Mikkelsen

Súsanna Tórgarð

Kjartan Hansen

Handan leikin

Búnasniðgevi / búnaseyming

Anna Kristin Bæk

Pall- og búnasniðgevi

Sámal Blak

Ljóssniðgevi

Turpin Napoleon Djurhuus

Leikstjóri

Orest Pastukh

Tøkningur

Jákup Skovsgård Thøgersen

Leikstjóri / týðari

Hans Tórgarð

Pallsmíð

Birgir Djurhuus

Hár og smyrsl

Julia Jacobsen

Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page