top of page

Um at vera menniskja

"Um at vera menniskja" er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ”Sånger från andra våningen”, ”Du levande” og ”En duva satt på en gren och funderade på tillvaron”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torfinn Nag hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum 23. januar.


Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.


Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum, ið eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.


Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum "Ein triologi um at vera menniskja". Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor.

LEIKSTJÓRN OG HANDRIT Torfinn Nag

PALLMYND
Edward Fuglø

LJÓSSETAN
Turpin Napoleon Djurhuus

Leikarar

Herfinnur Árnafjall, Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Laura Joensen, Edith Dahl Jakobsen, Esther á Fjallinum

Edith Dahl Jakobsen

Birita Adela Davidsen

Hjálmar Dam

Annfinnur Heinesen

Esther á Fjallinum

Laura Joensen

Kristina Sundar Hansen

Herfinnur Árnafjall

Nicolaj Falck

Hans Tórgarð

Handan leikin

Pallsniðgevi

Edward Fuglø

Leikstjóri

Torfinn Nag

Ljóssniðgevi

Turpin Napoleon Djurhuus

Myndir: Høgni Heinesen

bottom of page