top of page

Kravravnar

STRINDBERG Á TJÓÐPALLINUM.

Fáir høvundar hava havt so stóra ávirkan á leiklistina sum August Strindberg. Saman við m.ø. Henrik Ibsen og Anton Tjekhov skapti hann ein nýggjan, realistiskan leikhátt, ið førdi leiklistina úr tí háfloygda og poetiska og inn í veruleikan í 20. øld. Leikir sum t.d. “Frøkun Julie”, “Faderen”, “Spöksonaten”, “Dödsdansen” og “Ett drömspel” hoyra til teir, ið mest verða spældir um allan heim. Strindberg hevur fleiri ferðir verið á palli í Føroyum, “Frøkun Julie” hava bæði Havnar Sjónleikarfelag og Gríma sett upp, “Karl XII” hevur verið á palli bæði í Havn og i Klaksvík, og Gríma spældi eisini ein-aktaran “Tann sterkara” í 80’umum.


Nú verður tað “Kravravnar”, ið varð skrivaður í 1888, sum Tjóðpallurin hevur valt at seta upp. Hetta er ein leikur um hevnd, sálarliga manipulatión og maktspælið millum menniskju.

Listamaðurin Adolf og konan Tekla eru stødd á einum baðistaði í vestursvøríki. Meðan Tekla er burturstødd kemur Adolf í samband við Gustav, sum í samrøðum um lívið, listina, trúnna og – ikki minst – kvinnuna, fær burturúr Adolf allar teir loyniligu tankarnar um, hvussu kona hansara, sum ein annar vampýrur, hevur sogið alla megi úr honum. Tá ið Tekla og Adolf hittast aftur byrjar ein sálarligur bardagi, ein skrúva-uttan-enda, har parlagið og menniskjasálin verða skorðin upp og løgd á borðið. Leikurin leggur seg mitt í millum tað tragiska og tað komiska, tað láturliga og tað ræðuliga. Sjálvur rópti Strindberg hann “ein skemtileik, har allir persónar eru fittir og dámligir;” men skemtið er kolasvart, og hóast hetta er ein lítil leikur við bara trimum leikarum, so vísir hann týðuliga, hvussu flogvitið hjá Strindberg dugdi at sundurgreina tað viðbreknu mannasálina.

Leikarar eru Kristina Sørensen Ougaard, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam. Eyðun Johannessen leikstjórnar, og pallmyndina ger Steen Lock-Hansen, ið m.a. eisini gjørdi pallmynd til “Glataðu Spælimenninar” í Norðurlandahúsinum í 1993. Týtt leikin hevur Laura Joensen.

“Kravravnar” eftir August Strindberg hevur frumframførslu á Tjóðpallinum 11. apríl.

LEIKRIT
August Strindberg

TÝÐING
Laura Joensen

LEIKSTJÓRN
Eyðun Johannessen

PALLMYND OG BÚNAR
Steen Lock-hansen

SEYMING OG REKVISITTIR
Katrin Bonde, Helen Jacobsen, Durita Flóvinsdóttir og Fríða Midjord

PALLGERÐ OG REKVISTTIR
Símun Pauli Hansen, Birgir Djurhuus, Kjartan Atlason Jensen og Elisabeth á Mýruni

MODELMYND
Andreas Andreasen

HÁR OG SMYRLS
Marjun Olsen

LJÓSSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus

LJÓÐMYND
Jón McBirnie

TÓNLEIKUR
Kim Hansen

TESKARI UNDIR VENJING
Katarina Nolsøe

Í STARVSVENJING
Durita Flóvinsdóttir og Elia Winther Olsen

Leikarar

Kristina Sørensen Ougaard, Hjálmar Dam og Hans Tórgarð

SUMMARGESTIR
Elisabeth á Mýruni, Hanna Svartafoss, Súsanna Hjallnafoss, Guðrið Patursson, Torgerð Ranadóttir og Sólbjørg S. Nolsøe

Hjálmar Dam

Kristina Ougaard Sørensen

Hans Tórgarð

Handan leikin

Andreas Andreasen

Leikstjóri

Eyðun Johannessen

Jón McBirnie

Kim Hansen

Birgir Djurhuus

Fríða Midjord

Leikstjóri

Katarina Nolsøe

Kjartan Atlason Jensen

Durita Flóvinsdóttir

Helen Jacobsen

Búnar

Katrin Bonde

Laura Joensen

Myndir: Høgni Heinesen

bottom of page