top of page

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

Hjartaliga vælkomin til fyrstu føroysku operuna 
á palli í Varpinum

Tað, at arbeiða fram nýggj verk innan bæði tónlist og palllist, er ein dreymur og ein avbjóðing. Í hesi verkætlan hava vit tvinnað tónlistina saman við fleiri palllistagreinum, og kann avbjóðingin neyvan gerast størri og meira áhugaverd


Hóast avbjóðingarnar ið fylgja við eini slíkari verkætlan, har nógv ymisk listafólk og -greinar møtast og arbeiða saman móti sama máli, gleðast vit enn eina ferð um okkara áhaldandi dirvi at átaka okkum ábyrgdina av slíkum verkætlanum.


Men hvussu verður tað móttikið? Og hvussu eydnast tað, at nerta við okkara mentanararv á henda hátt? Vit kenna flest øll Sjúrðarkvæðini og kvæðið um Regin smið, men her lata vit tað í ein nýggjan ham. Við slíkum verkætlanum er spenningurin ovurstórur og týdningurin at royna nýggjar leiðir avgerðandi.


Regin smiður er tó onnur operan, ið Tjóðpallur Føroya setur á pall sum eina verkætlan har fleiri palllistagreinar møtast. Hin fyrra var Í Óðamansgarði, ið var pallsett í Føroyum í 2006 og í Íslandi í 2009. Eins og við Í Óðamansgarði eru vit errin at bjóða tykkum hesa serstøku uppliving við Regin smiði.


Stóra tøkk til Sunnleif, François, Karine, Norbert, Lára, Rúna, Edgar, Rannvá og Aldubáruna - ja, tøkk øll tit á, og ikki minni handan palltjøldini. Takk, at tit tordu at taka hesa avbjóðing á tykkum, so at vit nú eru komin á mál.


Eisini takk til øll tykkum í Varpinum, og ikki minst høvuðsstuðul okkara, Klaksvíkar Kommunu, umframt øll ið annars hava stuðlað og gjørt hesa verkætlan møguliga.


Hetta samstarv hevur verið sera kveikjandi og áhugavert.


Tjóðpallur Føroya ynskir tykkum hjartaliga vælkomnum.


Jenny C. Petersen, stjóri

Tjóðpallur Føroya


---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------


Regin smiður er ein søga um kærleika, hevnd, dráp, vald, føðing, lív, deyða og sorg. 


Palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen sameinir nútímans tónleik, nútímans dans, elektrónisk ljóð, opera og siðbundna føroyska kvæðamentan. 


Regin smiður er upprunaliga eitt sokallað frásøgukvæði frá miðøld, og er ein partur av frásøgukvæðunum, Sjúrðarkvæðini. Tað finnast alskyns lagafrábrigdi, ið Sjúrðarkvæðini og Regin smiður verða kvøðin eftir. Í hesum verkinum nýtir Sunleif Rasmussen lagafrábrigdi úr ymsum pørtum av landinum. Palltónlistaverkið er í nýggju pørtum, sum allir byrja við ymsum lagafrábrygdum av niðurlagnum, og endar við tekstbrotum úr søgugongdini úr Regin smiði.


Søgan um Regin smið er eisini kend úr tí týska Niebelungenlied, sum víðagitni tónasmiðurin, Richard Wagner, brúkti sum grundarlag undir sínum operum undir navninum Der Ring des Niebelung. Eins og Wagner nýtti ymisk fylgistev* at eyðkenna ymsu persónarnar í sínum operum, nýtir Sunleif Rasmussen eitt lagafrábrigdi/fylgistev* til hvønn persón í sínum palltónlistaverki um Regin Smið.


Verkið verður sungið av einum operasangara (bassi) ið sigur sjálva søguna, meðan ein kvinnuligur og ein mannligur dansari mynda søgugongdina. Afturat teimum eru ein klaver-, ein trombon-, ein trompet og tveir slagverksleikarar á pallinum, umframt ein orkesturleiðari.


Palltónlistaverkið, Regin smiður, varir umleið 1 tíma og 15 minuttir


Frumsýningin verður tann 28. desember 2024 í Varpinum í Klaksvík



*fylgistev: (ávíst tónabrot, sum í summum dramatiskum tónlistaformum er knýtt at ávísum persóni ella huglag, og sum fylgir hesum gjøgnum verkið)




REGIN SMIÐUR Í "STUTTUM"

Sigmundur fer saman við øðrum í kríggj móti Hundingssynum. Í einum stórum bardaga verða Sigmundur og fylgisveinarnir dripnir. Áðrenn hann doyr, finnur Hjørdis, unga kona Sigmunds, hann á vígvøllinum, og tá sigur hann henni, at hon ber eitt dreingjabarn undir beltið, sum skal eita Sjúrður, og sum skal hevna deyða pápa síns. Hann gevur Hjørdis sítt brotna svørð og sigur henni frá Regin Smiði, sum kann umvæla tað, og um tann stóra ormin Frænir, sum býr úti á Glitra-heiði.

Sjúrður veksur upp og gerst ein sterkur ungur maður, men hevur trupult við at stýra síni ómetaligu styrki og vreiði. Ein dagin, tá hann til vápnavenjing av tilvild særir og drepur nakrar av sínum vinmonnum, biðja teir hann fara út og hevna pápa sín, heldur enn at skaða teir.

Sjúrður fer til móður sína og spyr hana, hvør drap pápa hansara. Hon gevur honum brotna svørðið hjá Sigmundi og sigur honum frá synunum hjá Hundingi, og um Regin smið og ormin Frænir.

Sjúrður velur sær Grana, ein stóran og máttmiklan hest, og ríður út at finna Regin, og biðja hann smíða blaðið á svørðinum aftur - men tá Sjúrður tekur svørðið í hond og slær tað í amboltin, brotnar tað.

Sjúrður verður í øðini og hóttir við at drepa Regin, um svørðið ikki verður smíðað so sterkt, at tað sker gjøgnum stál og stein. Aftur fyri setur Regin sum tret, at hann skal hava hjartað á orminum, tá Sjúrður hevur dripið hann. Tá svørðið er liðugt, kallar Sjúrður tað Gram, og ríður út at hevna deyða pápa síns.

Sjúrður drepur allar synir Hundings og fyrireikar seg síðani at ríða út á Glitraheið at berjast móti tí stóra orminum, Frænir. Á vegnum hittir Sjúrður ein gamlan mann við einum eyga, sum ávarar Sjúrð móti Regini, men Sjúrður er ikki sinnaður at lurta.
Við svørðinum drepur Sjúrður Frænir, men áðrenn Frænir doyr sigur hann Sjúrði, at hann er beiggi Regin - og eisini hann ávarar Sjúrða ímóti Regini.

Tá ið ormurin er deyður, kókar Sjúrður hjartað á honum til Regin. Sjúrður fær ein dropa út bótini, sum hjartað kókar í, og við tí fær hann eginleikarnar at skilja tað, fuglarnir syngja um. Eisini fuglarnir ávara Sjúrð móti Regini og siga, at Sjúrður skal drepa Regin og sjálvur eta hjartað á orminum.

Tá skilur Sjúrður, at veruligi dýrgripurin ikki er gullið, ormurin liggur á, men hjartað og blóðið á orminum. Tí drepur Sjúrður Regin, og eftir at hava savnað allar gullgripirnar, ið ormurin átti, ríður Sjúrður heim aftur.

---

TÓNASKALD
Sunleif L. Rasmussen

PALLSETING OG LJÓSSNIÐGEVING
François de Carpentries

PALL- OG MYNDASNIÐGEVING
Karine Van Hercke

KOREOGRAF
Lára Stefánsdóttir

BÚNAR
Katrin Bonde

REKVISITTIR
Símun Pauli Hansen
David Geyti
Katrin Bonde

LJÓÐSNIÐGEVI
Kristinn Akursmørk

LJÓSSNIÐGEVI
Villiam Soo Joensen

VIDEOGRAFIKKUR
Aurélie Remy

DRONUFØRARI
Michel Hallet

TÓNLEIKASAMSKIPARI, ALDUBÁRAN
Ólavur Jakobsen

HJÁLPARFÓLK LEIKSTJÓRAN
Simona EivinnsdÓttir

TØKNI OG AVVIKLING
Christian Steingrund og Jóhannes Martin Hansen

SMYRSL
Durita Joensen

HÁR
Asta Højgaard

MYND TIL PLAKAT
Oddfríður Marni Rasmussen

PLAKAT, LEIKSKRÁ OG MYNDATØKA
Høgni Heinesen

KUNNING
Barbara Hentze í Stórustovu

SAMSKIPARI
Annfinnur Heinesen

HJÁLPARFÓLK Í VARPINUM
Jóhanna Christiansen
Louis Poulsen
Angela Christiansdóttir Mathisen
Elisa Simonsen
Finnur Jacobsen
Birita Adela Davidsen
Heri Ellingsgaard
Jógvan Joensen
Andras Joensen
Martin Joensen
Margret Heldarskarð
Marta Heldarskarð
Jógvan Sámal Heldarskarð
Høgni Louisson Poulsen
Øssur Louisson Poulsen
Lukas Poulsson Joensen
Stefan á Smið
Dávur Winther

KVØÐARAR
Archibald Black
Vitalia Black
Andras Hammer
Jónleif Johannesen
Jona í Lon
Heini Mohr
Silja Michalsen
Jóngerð Midjord
Hallur Syderbø
Ólavur Syderbø
Annfinnur Heinesen
Hendrik Egholm
Gunnar Restorff
Anna Birna Bjarnastein Restorff
Helga Hilmarsdóttir
Elin Maria Olsen
Hildur Kruse Sørensen
Birgir Djurhuus
Dánial Hoydal
Jóannes N. Dalsgaard
Símun Erik Johannesen

TØKK TIL
Klaksvíkar Kommunu
Føroya Bjór
Atlantic Airways
P/F Luna
Jákup Mikkelsen
Áhugafelagið Nólsoyar Páll
Klaksvíkar Dansifelag
Klaksvíkar Hornorkestur
Klaksvíkar Tónlistaskúli
Bogi Andreassen
Andrea Heindriksdóttir
Heini Ragnarsson
Djóni Nolsøe Fischer

Á pallinum

HØVUÐSLEIKARI / SANGARI
Rúni Brattaberg

DANSARAR
Rannvá Guðrunardóttir Niclassen
Sigurður Edgar Andersen

ORKESTURLEIÐARI
Norbert Baxa

ENSEMBLE ALDUBÁRAN
Ernst Remmel, trompet
Maria Wang Reinert, trombon
Jóhannes Andreasen, klaver
James Goodwin, slagverk
Liz Gilliver, slagverk

Liz Gilliver

Maria Wang Reinert

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen

James Goodwin

Ernst Remmel

Rúni Brattaberg

Jóhannes Andreasen

Norbert Baxa

Sigurður Edgar Andersen

Handan pallin

Birgir Djurhuus

Pall- og búnasniðgevi

Karine Van Hercke

Koreograf

Lára Stefánsdóttir

Pallsmiðjur

Símun Pauli Hansen

Rekvisittir

David Geyti

Búnar

Katrin Bonde

Dirigentur

Norbert Baxa

Ljóssniðgevi

Villiam Soo Joensen

Leikstjóri

François de Carpentries

Ljóðsniðgevi

Kristinn Akursmørk

Komponistur

Sunleif Leivsson Rasmussen

Ólavur Jakobsen

Myndir: Høgni Heinesen / Plakatmynd: Oddfríður Marni Rasmussen / Plakat: Høgni Heinesen

bottom of page