Rúni Brattaberg
Rúni Brattaberg er upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur, men tá hann var síðst í tjúgunum varnaðist hann, at sangur í roynd og veru var hansara kall.
Rúni útbúnaði seg síðan á Sibelius Akademiinum í Helsinki, og á Operastudio í Zürich, og tryggjaði sær síðan fast starv á Nationaltheater Mannheim, og seinni á Oper Leipzig, har stórfingna bassrødd hansara hevur runga sum alskins stórir leiklutir.
Umframt omanfyri nevndu støð, hevur Rúni eisini framført í millum annað Bayerische Staatsoper í München, Bastilleoperuni í París, Hamburgische Staatsoper, Nationale Opera & Ballet i Amsterdam, Teatro San Carlo Napoli, Chicago Lyric Opera.
Ein lutfalsligan stóran part av síni yrkisleið hevur Rúni arbeitt við bassleiklutunum í operunum Der Ring des Niebelung eftir Richard Wagner. Við hesum operum hevur hann framført í nógvum londum rundan um okkum, og djúpa sambandið, ið Rúni hevur við verkini hjá Richardi Wagner, sæst eisini aftur í hansara lýsing av fløktu persónunum í operunum. Fyri hansara tulkingar av hesum leiklutum á Nationaltheater Mannheim, the Oper Leipzig og við Auckland Philharmonia í Nýsælandi hevur hann fingið stóra viðurkenning og virðing bæði frá áskoðarum og ummælarum.
Rúni er sangarin í nýggju kamaroperuni, Regin smiður, ið upprunaliga eisini er ein partur av týska tekstinum Das Niebelungenlied.
