top of page

Ernst Remmel

er trompetleikari, tónaskald og tónleikalærari. 


Ernst hevur nomið sær bachelorútbúgving frá Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, og í 2024 fullførdi hann masterslesnaðin frá Hochschule für Musik Karlsruhe.


Sum trompetleikari spælir Ernst javnan við Føroya Symfoniorkestri, og hevur hann eisini spælt við fleiri stórum symfoniorkestrum í Evropa, so sum Malmö Symfoniorkestur og Radiosymfoniorkestrið í Frankfurt. 


Umframt klassiskan tónleik hevur Ernst stóran áhuga í bæði jazz-, popp- og polkatónleiki, og er hann eisini ofta at síggja í slíkum høpum.

Ernst hevur millum annað vunnið klassisku tónleikakappingina, Stella Polaris í 2019, og heiðurin: Ársins klassiski einstaklingur, til Faroese Music Awards í 2022.


Ernst spælir trompet í palltónlistaverkinum, Regin smiður.

Leikir á Tjóðpallinum

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

2023-24

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page