top of page

François de Carpentries

er ein franskur leikritahøvundur, leikstjóri og ljóssniðgevi.


Hann hevur pallsett 70 upprunaverk og 50 enduruppsetingar í Fraklandi, Belgia, Týsklandi, Eysturríki, Spania, Bretlandi, Noregi og Kanada.


Sum ungur sjónleikari og klaverleikari arbeiddi François við sjónleiki, filmi, sjónvarpi og útvarpi. Seinni starvaðist hann sum teknikari, pallstjóri og hjálparfólk, áðrenn hann byrjaði at leikstjórna enduruppsetingar í La Monnaie, operuni í Brússel. Eftir eina rúma tíð við enduruppsetingum, framleiddi François fyri fyrstu ferð sítt egna verk.


Hansara tónleika-, sjónleikar- og tøkniliga útbúgving ger, at hansara repertoire fevnir breitt. Til flestu av hansara framleiðslum sniðgevur hann millum annað ljósið sjálvur.


Hóast François upprunaliga ognaði sær serkunnleika innan skemtiligar operur, hevði hann ein serligan áhuga fyri Mozarti. 

François hevur pallsett bæði samtíðarverk og verk frá barokktíðarskeiðinum. Hann hevur skrivað og pallsett sangleikir, konsertir fyri børnum og margmiðlasýningar, og seinnu árini hevur hann arbeitt nógv við sorgarleikum og -operum.


François leikstjórnar palltónlisaverkinum, Regin smiður, har hann, sum í flestu av sínum framleiðslum, samstarvar við pall- og búnasniðgevan Karine Van Hercke, ið eisini sniðgevur pall og búnar til Regin Smið.

Leikir á Tjóðpallinum

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

2023-24

bottom of page