top of page

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen

Rannvá Guðrunardottir Niclasen er samtíðardansari og koreografur, útbúgvin á Peridance New York’s Premier Dance Center í 2019.
Í 2021 setti Rannvá dansivirkið RIVA á stovn, til frama fyri føroyskar yrkisdansarar og samtíðardansilist í Føroyum.
Sum listaligur leiðari í RIVA arbeiðir Rannvá miðvíst fyri, at dansilist verður ein rótfestur partur av føroyska listalandslagnum, við m.a. at javnan skapa føroysk dansiverk og at samstarva við onnur føroysk listafólk, umframt at umboða føroyska dansilist á altjóða pallum.

Í síni listarligu tilgongd letur Rannvá seg ávirka og fáa íblástur frá sínum nærumhvørvi og gjøgnum tvørlistalig samstørv. Hennara koreografiska skapanartilgongd er ein samanbræðing av floorwork og partnerwork, ið er grundað á hugskygni, at lurta, merkja eftir, taka ímóti og leiða víðari - og at spæla við kontrastina millum at hava fult tamarhald og at tora at sleppa takinum fullkomiliga.

Í februar 2025 varð gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum latið Rannvá G. Niclasen fyri hennara listaliga arbeiði við RIVA.

Leikir á Tjóðpallinum

Dansari

Holið

2025/26

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

2024-25

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page