Lára Stefánsdóttir
Lára Stefánsdóttir er ættað úr Íslandi, og varð útbúgving á ballettskúlanum í Íslandi fyrst í áttatiárunum.
Eftir tað dansaði hon í Finnlandi, Týsklandi og Danmark, umfamt at hon starvaðist sum yrkisdansari og -koerografur við the Iceland Dance Company.
Lára hevur dansað nógvar høvuðsleiklutir - og ein, ið hevur havt stóra ávirkan á hennara listarligu leið, er kendi svenski koreografurin, Per Jonsson sum gjørdi eitt soloverk til Láru, sum hon millum annað dansaði á Dancing North in Barcelona 1995
Í 2006 útbúnaði hon seg víðari innan list og koreografi á Middlesex University í Stóra Bretlandi. Eftir tað var hon stjóri á National Ballet School of Iceland, og seinni listarligur stjóri í Iceland Dance Company.
Lára hevur hevur koreograferað og leikstjórnað óteljandi dansiverk, sjónleikir, operur og sangleikir við bæði yrkis- og áhugafólki, sum hava verið framførd í størstu leikhúsunum í Íslandi, um alt Evropa, Asia, Suðurafrika, USA og í Stóra Bretlandi, og Lára hevur fingið nógvar heiðurlønir og viðurkenningar fyri hennara arbeiði.
Í 2016 leikstjórnaði og koreograferaði Lára operaina, Ljós í ljóði, eftir Kristian Blak í Norðurlandahusinum, og í 2009 koreograferaði hon fyrstu føroysku operuna eftir Sunleif Rasmussen, Í Óðamannsgarði, tá hon varð sýnd á Tjóðleikhúsinum í íslandi.
Lára hevur koreograferað dansarunum í stóra palltónlistaverkinum, Regin smiður.
