top of page

Sunleif Leivsson Rasmussen

er føddur á Sandi í 1961. Tað lá ikki í kortunum at hann skuldi fara tónkleikavegin. Í faðirætt vóru allir menninir sjómenn, og í móðurætt vóru teir bóndir.


Í 1990 slapp Sunleif - sum fyrsti føroyingur nakrantíð - inn á Konservatoriið í Keypmannahavn at lesa kompositión.

Beinanvegin gjørdist greitt, at hetta skuldi gerast lívsleið hansara. Beinanvegin fekk Sunleif nógv at gera, og vann hann millum aðrar Sonning-prísin fyri ungar tónleikarar í Norðurlondum.


Í 2002 vann Sunleif - sum fyrsti føroyingur nakrantíð - Norðurlendsku tónlistaheiðurslønina fyri sína og Føroya fyrstu symfoni: Oceanic Days. Í 2011 fekk hann Heiðursgávu Landsins.


Tónleikur eftir Sunleif Rasmussen verður spældur um allan heim. Sunleif sjálvur hevur millum annað verið tónasmiður á Korsholm festivalinum í Finnlandi, Other Minds festivalinum í San Fransisco, og í summar var hann tónasiður á Rudersdal summarfestivalinum í Danmark.

Nógvir av stóru orkesturleiðarunum uttan um okkum hava eisini framført tónleik eftir Sunleif. Millum teirra kunnu nevnast: John Storgårds, Osmo Vanska, Leif Segerstam, Paul Hillier, Hanna Lintu.


Eisini hava stórir tónleikarar, orkestur og kór framført tónleik eftir Sunleif. Millum hesi eru: Michala Petri, John Storgårds, Syndia Sieden, Bo Skovhus, BBC Symphony Orchestra, Helsinki Philharmonic, Danish National Orchestra, Czech Philharmonic, Ars Nova Copenhagen, Theatre of Voices, DR Vocal Ensemble við fleiri.


Sunleif Rasmussen er tónasmiðurin handan hesa kamaroperuna okkara, Regin Smiður. Umframt hesa kamaroperuna hevur Sunleif skrivað kamaroperuna Í Óðamansgarði, ið var ein samstarvsverkætlan millum Tjóðpall Føroya, Norðurlandahúsið og Aldubáruna. Umframt at verða framførd í Føroyum, er Í Óðamansgarði eisini sýnd í Tjóðleikahúsinum í Reykjavík og í Tallin í Estlandi.

Leikir á Tjóðpallinum

Komponistur

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

2023-24

Í Óðamansgarði

2006-07

bottom of page