top of page

Norbert Baxa

byrjaði sína yrkisleið í 1998 sum høvuðsdirigentur í The North Bohemian Opera & Ballet í Kekkia. 

Sum 24 ára gamal gjørdist hann, sum yngsti persónur nakrantíð í Kekkia, leiðari í einum operakompaníi, og frá 2015 til 2023 starvaðist hann sum høvuðsdirigentur í J. K. Tyl-leikhúsinum í Plzeň.


Gjøgnum sína yrkisleið hevur Norbert arbeitt við operum, operettum, ballettum og symfonium.


Sum dirigentur og leiðari á operadeildini fekk hann fleiri virðislønir umframt viðurkenning fyri bestu framførslu á Operafestivalinum í Prag í 2003, og ummælaravirðislønina fyri ársins bestu framførslu í kekkiskum sjónleikarhúsum í 2007.


Umframt í Kekkia hevur Norbert framført við orkestrum í Italia, Slovakia, Týsklandi Finlandi og Írlandi.


Í 2007 stovnaði hann The European Music Academy í Teplice í Kekkia, ið stílar fyri altjóða verkstovum fyri ungar dirigentar og operasangarar. Umframt at vera dirigentur, starvast Norbert í dag sum universitetslærari á the Academy of Performing Arts í Prag. Í løtuni er hann tó í Føroyum og er hann dirigentur í okkara palltónlistaverki, Regin smiður.

Leikir á Tjóðpallinum

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

2023-24

Dirigentur

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

2023-24

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page