top of page

Sigurður Edgar Andersen

er føddur og uppvaksin í Íslandi. 

Hann byrjaði at dansa sum 9 ára gamal, og flutti sum 21 ára gamal til Stokkhólm har hann byrjaði við at arbeiða í einum Cabarét-klubba. Fyrstu árini framførdi hann á ymiskum tiltøkum í Svøríki, og á Burlesque Festivalum í Evropa og í USA.


Seinni fekk Sigurður Edgar størri áhuga fyri sjónleiki, og í 2022 nam hann sær útbúgving á sjónleikaradeildini á Filmsskúlanum í Íslandi.


Sigurður Edgar er dansari í palltónlistaverkinum, Regin smiður. Sjálvur sigur Sigurður Edgar, at honum dámar væl báðar heimarnar; pallin og filmin. “Eg eri sera spentur uppá at arbeiða við Regin Smiði. Tað er triðja palllistarliga framleiðslan, sum eg eri við í í ár”, sigur Sigurður Edgar.

Leikir á Tjóðpallinum

Regin smiður - eitt palltónlistaverk

2024-25

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page