Morgunvenjing
*Boða verður frá her, tá morgunvenjing verður aftur á Tjóðpallinum
---
Búi Rouch
Undirvísir 16., 19., 21. & 23. oktober
Kl. 08.45 til kl. 09.45
Búi tók útbúgving sum samtíðardansari á yrkisstøði á Iwanson International Schoof of
Contemporary Dance í Munchen. Hann hevur harumframt gingið á sjónleikaskúlanum Kogan
Academy of Dramatic Arts í London, og tikið fyrireikandi nám í dansiteaturi á Akademiet í
Keypmannahavn. Síðan lokna útbúgving hevur hann havt skapandi og útinnandi yrkisleið í
Týsklandi og Føroyum. Saman við Vár Bech Árting og Rannvá G. Niclasen myndar hann
kjarnuna í dansivirkinum RIVA, sum í núverandi løtu arbeiðir við at pallseta nýggja stórverkið
Nústalgia, ið verður frumframført í november.
UM MORGUNVENJINGINA
Venjingin tekur støði í yogalæraraútbúgvingini, ið eg tók hjá Lis Helgadóttir fyri tveimum
árum síðani, og mínari bakgrund sum dansari. Sum útinnandi og skapandi dansari síðst í
30unum, leggi eg dent á at upprætthalda og undirvísa kropsligar praksisir, ið veita sunt og
gott rørsluføri so langt upp í árini sum gjørligt. Í undirvísingini tátta vit í klassiska hatha yoga,
aktivera øll lið, styrkja, tamba og toyggja kroppin. Harumframt arbeiða vit við andadrátti,
nærveru og hvíld, so at man eftir lokna praksis er klárur til dagin við orku og klárum sinni.
Vant verður á yogamáttum uttan hjálparamboð.
ENDAMÁLIÐ VIÐ VENJINGUNUM ER
At veita yrkispalllistafóllki møguleika at venja og viðlíkahalda kroppin og instrumentið sum leikarar undir skipaðum viðurskiftum.
At møtast og savnast við starvsfeløgum á økinum, og menna seg fakliga í felag.
Út frá ymsu undirvísarunum og skeiðunum at deila vitan og styrkja felagsskapin.
Vinaliga møt nakrar minuttir áðrenn undirvísingin byrjar, so at venjingin kann byrja rættstundis. Møt í klæðum, sum tú fært rørt teg í. Vinaliga boða frá, um tú hevur meldað teg til, og kortini ikki fært luttikið.
Venjingin er ætlað einum fjølbroyttum skara av fólki. Hevur tú onkran skaða ella kropslig/onnur viðurskifti ið avmarka rørsluførið, er ikki at halda teg aftur. Vit finna tillagingar til tín :)
Vælkomin til morgunvenjing á Tjóðpalli Føroya

