Open Call: Ungir leikarar
Tjóðpallur Føroya leitar eftir ungum leikarum til spennandi sjónleikaframleiðslu í januar og februar 2026
Norski leikstjórin og høvundurin, Even Torgan, fer - saman við ungu leikarunum - at framleiða eina myrka komediu um tríggjar vinir og ein bardaga á eini barr. Leikurin verður framleiddur í einum áhugaverdum samspæli millum høvundin og leikstjóran, leikararnar og áskoðararnar - í einum samspæli millum nýskrivað tilfar, improvisatiónir og samskifti við áskoðararnar.
Vit leita eftir:
Trimum mannligum leikarum millum 18 - 25 ár
Tveimum kvinnuligum leikarum millum 18 - 30 ár
(Leikarar verða løntir eftir galdandi sáttmála)
Ljóðar hetta spennandi?
Send okkum ein teldupost á info@tjodpallur.fo við einari mynd og einum stuttum sjónbandi, har ið tú sigur eitt sindur um, hvør tú ert, og hví tú ynskir at vera við í okkara framleiðslu.
🎥 Freistin at lata inn er 7. desembur
🇬🇧 Sjónbandið kann vera á enskum ella føroyskum 🇫🇴
Vit gleða okkum at frætta frá tær!

