top of page

Øskufía

Øskufía er ein nýmótans og hugtakandi útgáva av klassiska ævintýrinum um Øskufíu.


Leikurin byggir á kendu søguna um gentuna ið hevur mist mammu sína. Tá pápin fær eina nýggja konu, verður Øskufía tvungin at halda hús hjá stjúkmóðurini og stjúksystrunum meðan tær gera gjøldur úr henni.

Tó er hesin leikurin øðrvísi enn klassiska ævintýrið við undrum og lukkuligum enda. Henda Øskufía er ein meira harðfør søga um, hvussu vit kunnu læra at sleppa fortíðini og minnast hana við einum smíli. Her er lítla og góða gentan ein meira trupul tannáringur, og kærleikin millum hana og prinsin er eitt vinalag ið byggir á teirra felags sorg um missin av mammum teirra.


Í sjónleikinum síggja vit hvørki klassiska glasskógvin ella hestavognin úr graskari. Henda útgávan av Øskufíu tekur støði í eini djúpari sálargreining av persónunum úr tí kenda ævintýrinum, og leikurin lýsir eina meira dramatiska og ironiska útgávu av søguni, har evnini kærleiki, svik og deyði verða kannað.


Øskufía er ein leikur sum við skemti og dýpd varpar nýtt ljós á sambandið millum børn og foreldur.


Øskufía er ein familjuleikur serliga ætlaður størri børnum og ungum úr 10 árum.

HANDRIT
Joël Pommerat

TÝÐING
Napoleon Smith

LEIKSTJÓRI
Marfa Gorvits

PALL- OG BÚNASNIÐGEVI
Aleksandr Mokhov

LJÓSSNIÐGEVI
Súni Joensen

LJÓÐSNIÐGEVI
Baldur Meitil

LEIKARAR
Óluva Heidiardóttir Tvørfoss
Kristina Sundar Hansen
Kristina Sørensen Ougaard
Hjálmar Dam
Erling Eysturoy
Harald Thompson Rosenstrøm

BÚNAMAKARI
Anna Kristin Bæk

HJÁLP VIÐ BÚNUM, PALLI OG REKVISITTUM
Elisabeth á Mýrini

PALLSMÍÐ
Janus Brix Kamban
David Geyti
Símun Pauli Hansen
Birgir Djurhuus
Asger Schmidt

HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen

KOREOGRAFUR
Búi Rouch

MYNDIR
Gwenaël Akira Helmsdal Carré

VIDEO
Heiðrikur á Heygum

GRAFISKUR SNIÐGEVI
Kirstin Helgadóttir

TØKNINGAR
Alex Sivertsen
Christian Steingrund
Jóhannes Martin Hansen

SAMSKIPARI
Barbara Hentze í Stórustovu

STJÓRI
Harald Thompson Rosenstrøm

TAKK
Gunnhild Mørkøre, skómakari
Beinir Bergsson
Havnar Sjónleikarafelag
Fótbúni
Súsanna Tórgarð
Brúðarlín
Reyði Krossur

Leikarar

Kristina Sørensen Ougaard

Hjálmar Dam

Óluva Heidiardóttir Tvørfoss

Harald Thompson Rosenstrøm

Erling Eysturoy

Kristina Sundar Hansen

Handan leikin

Leikstjóri

Marfa Gorvits

Búnasniðgevi / búnaseyming

Anna Kristin Bæk

Rekvisittir

David Geyti

Pall- og búnasniðgevi

Aleksandr Mokhov

Ljóðsniðgevi

Baldur Meitil

Hár og smyrsl

Julia Jacobsen

Ljóssniðgevi

Súni Joensen

Pallsmíð

Janus Brix Kamban

Myndir av venjingum: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page