Hans Tórgarð M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
- Tjóðpallurin

- Oct 23
- 1 min read
Updated: Oct 27
- Hans Tórgarð telist millum fremstu listafólk, ið Føroyar hava fostrað. Vitborin og eldhugaður bæði sum sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur hann sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing.
Millum annað soleiðis skrivar dómsnevndin í síni grundgeving fyri at lata Hans Tórgarð virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik.
Vit á Tjóðpallinum ynskja Hans hjartaliga til lukku við heiðrinum, og takka eins hjartaliga fyri at tað stóra og flotta arbeiðið, hann hevur gjørt á Tjóðpallinum øll árini!



