top of page
  • Writer's pictureTjóðpallurin

Gestir fegnast um Føðingardagsveitsluna

Updated: Oct 17, 2023


 


Nú eru bara fáar sýningar eftir av Føðingardagsveitsluni eftir Harold Pinter á Tjóðpallinum. Hóast neyvan nakar áskoðari sigur seg skilja allan leikin - ella at tað yvirhøvur var ætlanin hjá Harold Pinter - fegnast ummælarar og áskoðarar stórliga um leikin, leikararnar og upplivingina.



Orð springa frá munni til munn, so tú mest sum sær ósjónliga bjálkan við undirteksti, ið ger hvørja interaktión so ríkandi stuttliga. Springandi orðasmíð av bestu skuffu

- Birgir Kruse

 

Hóast eingin, sum kemur út av Tjóðpallinum, við vissu kann siga seg skilja alt, sum hendi, so eru øll samd um eitt: Halt kjaft altso, sum tey spæla væl og sannførandi! Heilt, heilt framúr!

- Sjúrður Skaale

 
Sum tað var gott at vera til leik í kvøld. Seks leikarar í essinum í tí løgnasta absurda leikinum, eg havi sæð leingi.

- Hanna Jensen

 
Nú heldur leikurin fram í huganum og takk fyri tað, Harold Pinter, Guðjón Pedersen leikstjóri og Hans Tórgarð, ið týddi og spældi akkurát líka splendid sum altíð og tað sama var galdandi fyri Hjálmar Dam, Kristinu Sundar Hansen & Co.

- Kinna Poulsen

 
Nevan á kjaftin og kick in your face

- Høgni Djurhuus






bottom of page