Altjóða skriviskeið til ungar leikritahøvundar
- 3 days ago
- 1 min read
Tann 26.-30. August 2026 møtast 10 ung fólk (undir 25 ár) úr fýra norðurlondum á einum bóndagarði í Noregi. Í fýra dagar fara tey at búgva har, meðan tey luttaka á eini skriviverkstovu ið snýr seg um at skriva leikrit.
Hendan verkætlanin, Young Nordic Playwrights Theater Camp, er eitt samstarv millum Tjóðpall Føroya (FO), Unge Viken Teater (NO), MiM Nya Dramatiker (FI) og Kulturungdom (SE).
Norska Tiril Pharo, sjónleikari, leikstjóri og dramatikari, fer at leiða verkstovuna, og undirvísa teimum ungu. Umframt sínar leiklistarligu útbúgvingar og royndir, fæst Tiril við landbúnað á bóndagarði sínum, ið verður karmur um leguna.
Um tú, ella onkur, tú kennir, ið er undir 25 ár - ert áhugað/-ur, send info@tjodpallur.fo
- Ein stuttan tekst um teg sjálvan og hví, tú ert áhugað/-ur at sleppa við á hesa verkstovuna
- Okkurt, ið tú hevur skrivað (í mesta lagi 5 síður). Hetta nýtist ikki at vera eitt leikrit.
Um tú einki hevur skrivað áður, ert tú vælkomin at vísa tín áhuga og søkja um at sleppa við hóast alt 😊

Ynskir tú at hoyra nærri um skeiðið, ferðina til Noregs ella annað, ert tú eisini vælkomin at seta seg í samband við okkum á info@tjodpallur.fo.



