Vælkomin til upptøkuroynd til Tjóðpallur Ung!
- Jun 9
- 1 min read
Ert tú millum 16 og 25 ár? Droymir tú um at gerast sjónleikari ella leikstjóri? Vit fara nú undir eina nýggja og spennandi verkætlan, kallað Tjóðpallur Ung, og leita tí eftir júst tær.
Hvat er Tjóðpallur Ung?
Tjóðpallur Ung er ein fyrireikandi leiklistaskúli fyri tey, sum ynskja at fáast við sjónleik og leikstjórn, har tú fert at fáa undirvísing og vegleiðing frá professionellum sjónleikarum, undirvísarum og leikstjórum.
Hetta er ein royndarverkætlan, sum í fyrstu atløgu fer at vera frá september til desember 2026.
Undirvísingin fer fram um kvøldarnar og viðhvørt eisini í vikuskiftunum.
Tær nýtist ikki at hava nakra undanvitan fyri at søkja, men tað er týdningarmikið, at tú hevur áhuga í sjónleiki, ert motiverað/ur at læra nógv nýtt, og hevur tíð og hug at raðfesta hetta. Skeiðið er ókeypis.
Upptøkuroynd
Ert tú áhugað/ur? Send ein teldupost til info@tjodpallur.fo, har tú skrivar eitt sindur um teg sjálva/n og tínar royndir við sjónleiki ella leikstjórnan og sendir okkum eina mynd saman við skrivinum. Umsóknarfreistin er hósdagin 25. juni.
Upptøkuroyndir verða um miðjan august í ár.
Vit gleða okkum at síggja tykkum
Vit á Tjóðpallinum




