top of page
Sofía Nolsøe Mikkelsen
er útlærd sjónleikari frá Statens Teaterskole í 2011. Hon hevur síðani starvast á fleiri leikhúsum í Danmark og var fastur partur av leikarahópinum á Aarhus Teater frá 2015-2024.
Hon hevur spælt eitt breitt úrval av leiklutum innan bæði klassikarar og samtíðarleikir m.a. í Cabaret, Dancer in the Dark, Erasmus Montanus, Fornuft og følelse, Indenfor Murene, Bang og Kagefabrikken.
Í 2021 fekk hon Teaterpokalen fyri síni avrik í A Clockwork Orange og Når vi døde vågner.
Á Det Kongelige Teater hevur hon í ár verið við í Onkel Vanja. Hennara seinasti leikur á Tjóðpalli Føroya var Gerandislív í triðja ríkinum.
Innan film og sjónvarp hevur hon m.a. verið við í Tidsrejsen 2, Mørkeland, Rejseholdet, Kvinde ukendt og seinast No Rest for the Wicked.

Leikir á Tjóðpallinum
bottom of page
