top of page
Kjartan Hansen
Er útlærdur sjónleikari frá svenska sjóleikaraskúlanum í Luleå (2010).
Hann arbeiðir sum fríðyrkisleikari tvørtur um norðurlond, men í Føroyum er hann serliga kendur sum Hamlet í stórverkinum hjá Det Ferösche Compagnie, sum hann eisini var við til at seta á stovn.
Frá 2015 til 2025 var Kjartan partur av fasta leikarahópinum á Aarhus Teater har hann hevur spælt í áleið 30 uppsetingum, so sum Skolekomedien (2024), Dracula (2023) og Ordet (2020), sum allir blivu kosnar Ársins Leikur í Danmark.
Á filmi hevur Kjartan m.a. verið at sæð í 111 góðir dagar hjá Trygva Danielsen og nú seinast sum Suni í No Rest for the Wicked, leikstjórnað av Kasper Kalle.

Leikir á Tjóðpallinum
bottom of page
