Keisarans nýggju klæðir snýr seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan.
Tak teg saman! er ein samanseting av sjey lagnusøgum við støði í teimum sjey deyðssyndunum. Um sjey tannáringar, ið ikki fylgdu okkara ráðum: Steðgið øra heilavirkserminum; bindið frið í eini 6-7 ár, og lesi Ben Hur!
Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru.
Ein søga um kynsligan ágang; um ógvusligu avleiðingarnar av at vit ikki tora ella megna at siga frá, ikki tora at bróta tøgnina, men heldur royna at krógva og skava útyvir veruleikan.