top of page

Sár á sál

Her á markinum millum 

óhugsandi, 

óskiljandi, 

óloysandi, 

ómøguligt 

og 

umstøður, 

samrøður, 

skynsemi, 

vónir.

 

Alt er óítøkiligt og rótleyst.


Kenni meg miseydnaða, einsamalla, sundurskrædda, 

øðrvísi.


Her er eingin aldur, men enn eri eg til.


Her á markinum er

tøgn.


---


Sál á sál er ein leikur ið er sprottin úr syrgiligu hendingini, tá Kristina Sundar Hansen misti synir sínar í eini vanlukku. 

Í tíðini eftir vanlukkuna fekk Kristina eina kenslu av, at fólk óttaðust fyri at samskifta við hana, og at samskiftið í staðin gekk fyri seg uttan um hana - um hana.


Hetta er møguliga nakað, ið fleiri, ið eru fyri ógvusligum hendingum, eisini kenna - uttan kanska at duga at seta orð og kenslur á tað. Júst við síni útbúgving sum sjónleikari hevur Kristina møguleika at miðla júst henda trupulleikan við at geva kenslunum orð og form.


Leikurin er bygdur upp av brotmyndum við yrkingakendum hugleiðingum, sum kensluliga skera inn á bein.

Við øðrum orðum er leikurin - uttan at verða sentimentalur - sum eitt litband av øllum menniskjansligum kenslum, og lýsir hann klárt og beinraki eina støðu, sum flest øll ið hava mist kenna seg aftur í. Har umframt kunnu tey, ið kenna seg hjálparleys í slíkum støðum, møguliga finna amboð í hesum leiki at samskifta við.


---


Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru.

Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa samkenslu.

Sár á sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur.

Sár á sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu.

Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd.

Sár á sál kann vónandi verða viðvirkandi til at loysa upp taðtabu, ið er ein svár avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.

HØVUNDUR
Kristina Sundar Hansen

LEIKSTJÓRI
Kristina Sundar Hansen

DRAMATURGISK VEGLEIÐING
Janek Szatkowski

PALLMYND, BÚNAR OG PLAKAT
Hansina Iversen

LJÓSMYND OG PALLSMÍÐ
Árni Baldvinsson

LJÓÐMYND
Jón McBirnie

VIDEO, PALLSMÍÐ, LJÓS- OG LJÓÐANSING
Mikkjal Arge Galán

FYRISITING
Laura Joensen

HJÁLPARFÓLK
Frans Arge Galán

TESKARI
Vár Berghamar Jacobsen

FOTO
Finnur Justinussen

LEIKARAR
Annika Johannessen
Sofía Nolsøe

Annika Johannessen
Sofía Nolsøe

Sofía Nolsøe

Annika Johannessen

Frans Arge Galán

Ljóðsniðgevi

Jón McBirnie

Mikkjal Arge Galán

Hansina Iversen

Hevur starvast handan leiktjøldini í

Kristina Sundar Hansen

Vár Berghamar Jacobsen

Dramaturgur

Janek Szatkowski

Týðari

Laura Joensen

Ljóssniðgevi

Árni Baldvinsson

Myndir: Finnur Justinussen

bottom of page