top of page

Harlekin

Aldubáran og Tjóðpallur Føroya geva tykkum øllum ein gyltan møguleika, bæði smáum og stórum, at síggja tann litríka tónleika-sjónleikin um HARLEKIN.

Mánadagin 4. Mars, verður premiera av leikinum Harlekin á Leirvíkar skúla. Leikurin er framleiddur í samstarvið við Listaleypin. Næstu 4 dagarnar verður spælt á skúlum.

Mikudagin 6. mars, hósdagin 7. mars og fríggjadagin 8. mars kl. 18.00 eru tað sýningar í Klingruni í Norðurlandahúsinum kl. 18.00.


Commedia Dell Arte á føroyskum

Hendan føroyska útgávan av Harlekin er sermerkt, hóast íblásturin frá klassisku Pantomimuni og Commedia Dell Arte ikki er at taka feil av. Fyri langari tíð síðani (uml. 1500 talinum) var vanligt, at sjónleikarabólkar ferðaðust runt úr landi til lands at spæla sjónleik á torgunum í teimum býunum, teir komu til. Teir høvdu ein vogn við einum lítlum palli, og øll fókini í býnum savnaðust til hesa framførslu. Framførslan hevði eina leysliga leikgongd, og síðani improviseraðu - funnu uppá á staðnum - leikararnir sjónleikin fram við sínum føstu leiklutum og afturvendandi hendingum. Leiklutirnir í Commedia Dell Arte vóru m.a. hin snarsinti og gírigi gamli keypmaðurin Pantalone (sum merkir buksubrøkur). Í okkara leiki er Pantalone leikhússtjórin, sum øll altíð lumpað. Hann er altíð smá- forliptur í Kolumbinu, sum er ein ung gløgg og vøkur genta, sum harafturímóti er forelskað í Harlekin. Harlekin var hin stuttligi kúllurin, sum er er fátækur, altíð svangur og altíð finnur uppá mangt skálkabrot fyri lumpa at Pantalone. Harlekin er eisini forliptur í Kolumbinu. 

Í Harlekin verður tónleikur og sjónleikur, dansur, skemt og álvari flættað saman í eina litrika heild.


Tað er eitt sera væl upplagt tónleikalið, ið saman við dansarum og sjónleikarum trína inn á pallin í stuttligum búnum, við tónleiki, dansi og sjónleiki, so at vit øll fáa eina festliga uppliving.

Tað er tónasmiðurin Kári Bæk, ið hevur hevur komponerað nýggjan tónleik til hesa sýning. Leikurin er bygdur á søgu hjá Ulf Lӧfgren. Gunnvá Zachariasen leikstjórnar, og tað er Anna Kristin Bæk, ið hevur týtt søguna og gjørt búnar og pallmynd.

Harlekin er ein sera visuellur leikur har tónleikur og sjónleikur, dansur, skemt og álvari verður flættað saman í eina litríka heild.


“Nú fari eg at siga tykkum eina søgu. Eina sanna søgu um eina hending í einum lítlum býi, langt langt burturi og fyri langari tíð síðani. Ja, langt áðrenn tit vóru til”.

Soleiðis byrjar søgan um Harlekin. Harlekin er partur av einum sjónleikarabólki, sum kemur til ein bý. Hansara leiklutur í bólkinum, er at vera tann klodduti býttlingurin, sum hini flenna at. Hendan leiklut dámar honum tó einki. Hann vil ikki vera býttlingurin, sum hini gera gjøldur burtur úr. Tískil ætlar hann sær at rýma úr bólkinum.

Tað, ið eftir er av søguni, hava tit møguleika at koma í Norðurlandahúsið og síggja og hoyra ....

LEIKRIT
Søgur eftir Ulf Lõfgren

TÝÐING
Anna Kristin Bæk

LEIKSTJÓRN
Gunnvá Zachariasen

TÓNASMIÐUR OG LJÓÐMYND
Kári Bæk

PALLMYND OG BÚNAR
Anna Kristin Bæk

PALLGERÐ
Mikkjal Arge Galán

HÁR OG SMYRLS
Marjun Olsen og Janita Honnudóttir

Leikarar

Pantalone: Jákup Dahl
Harlekin: Christian From
Kolumbina: Katya R. D. Nielsen

Tónleikarar
Violin: Sámal Petersen
Guitar: Ólavur Jakobsen
Floyta: Andrea Heindriksdóttir
Klarinett: Peder Riis Jensen
Tuba og borgarstjóri: Atli K. Petersen
Fagot: Christina Andersen
Trompet: Ólavur Olsen

Christina Andersen

Andrea Heindriksdóttir

Katya R. D. Nielsen

Jákup Dahl

Atli K. Petersen

Ólavur Jakobsen

Christian From

Peder Riis Jensen

Sámal Petersen

Ólavur Olsen

Handan leikin

Anna Kristin Bæk

Kári Bæk

Gunnvá Zachariasen

Marjun Olsen

Janita Honnudóttir

Mikkjal Arge Galán

bottom of page