top of page

Leitiúrslit

8 items found for ""

  • Café Gløgg aftur á Tjóðpallinum

    Nú bjóðar Tjóðpallur Føroya aftur til jólahugna og skemt, tá ið væl umtókta Café Gløgg letur dyrnar upp tvey vikuskifti í desembur. Café Gløgg hevur verið afturvendandi táttur seinastu mongu árini, har møguleiki er at uppliva nýskrivað skemt, sang og dans í hugnaligum caféumhvørvi. Tiltakið egnar seg eisini sera væl sum partur av einum hugnaligum kvøldi eitt nú hjá bindiklubbum, vinabólkum ella arbeiðsplássum. Tjóðpallurin og Víngarðurin bjóða eisini møguleikan fyri eini heildaruppliving við leiki og mati, soleiðis at kvøldið byrjar á Tjóðpallinum og endar í Víngarðinum við eini serligari jólamatskrá. Sjálvandi verður, sum siður er, eisini ein løggur av gløggi afturvið skemtinum á Tjóðpallinum. Leikarar eru Hans Tórgarð, Erling Eysturoy, Esther á Fjallinum, Edvin H. Niclasen, Elias Magnussen og Anny Leo Thorsen. Klaverleikari er Kristian Pauli Ellefsen. Sýningar verða hóskvøld til sunnukvøld, fyrstu ferð hóskvøldið 7. desembur.

  • ONKI aftur á pall

    Nú verður leikurin ONKI aftur framførdur á Tjóðpallinum, eftir ein støðg síðani august. Í fyrsta umfari vera sýningar mikukvøldið 8. og hóskvøldið 9. november kl. 19.00. ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING. ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og fekk hann eitt nú sera góð ummælir á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið millum annað varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020. Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon eitt spennandi toymi av ungum palllistafólkum. Leikarar eru Esther á Fjallinum og Elias Magnussen. Ljóssniðgevi er Jákup S. Thøgersen og ljóðmyndina hevur Vinjar Egilsnes Petersen gjørt. Pallmyndina, sum spælir ein virknan lut í sjálvari sýningini, hevur Barbara Hilduberg gjørt. Umframt almennar sýningar vera eisini skúlasýningar á størri skúlum kring landið. Myndir: Høgni Heinesen

  • Ein slóðari heiðrarur

    Tjóðpallur Føroya ynskir Biritu Mohr, Teiti Lassen, Eilifi Samuelsen og Ole Wick hjartaliga til lukku við Mentanarviriðslønum landsins 2023. Allar heiðurslønirnar so hjartaliga væl uppibornar fyri tykkara megnar arbeiði og ómetaliga stóra íkast til okkara mentanarlív. Vit fegnast sjálvandi serliga nógv um, at Birita Mohr fekk Serstøku virðisløn landsins 2023 fyri avrik hennara. Birita hevur verið ein av týðandi slóðarunum fyri at fáa yrkisleiklistina á pall í Føroyum og at vinna henni livilig kor. Birita hevur leikstjórnað, undirvíst, skrivað leikir og ikki minst, hevur hon tikið á seg stórar leiklutir gjøgnum árini. Birita hevur eitt nú leikt í Kvæðið um Kópakonuna, Glataðu Spælimennirnir, Brendar Brýr, Antigone, Gøtan, Á krabbasvalanum, Limbo, Eitur nakað land Weekend, Skøkjurnar ganga fremst inn í Himmalin, Kirsjuberjagarðurin, Aftaná Undrið, Nordost, bara fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Vit vilja við hesum ynskja Birtu hjartaliga tillukku við heiðrinum og takk fyri títt stóra íkast til leiklistina.

  • Gestir fegnast um Føðingardagsveitsluna

    Nú eru bara fáar sýningar eftir av Føðingardagsveitsluni eftir Harold Pinter á Tjóðpallinum. Hóast neyvan nakar áskoðari sigur seg skilja allan leikin - ella at tað yvirhøvur var ætlanin hjá Harold Pinter - fegnast ummælarar og áskoðarar stórliga um leikin, leikararnar og upplivingina. Orð springa frá munni til munn, so tú mest sum sær ósjónliga bjálkan við undirteksti, ið ger hvørja interaktión so ríkandi stuttliga. Springandi orðasmíð av bestu skuffu - Birgir Kruse Hóast eingin, sum kemur út av Tjóðpallinum, við vissu kann siga seg skilja alt, sum hendi, so eru øll samd um eitt: Halt kjaft altso, sum tey spæla væl og sannførandi! Heilt, heilt framúr! - Sjúrður Skaale Sum tað var gott at vera til leik í kvøld. Seks leikarar í essinum í tí løgnasta absurda leikinum, eg havi sæð leingi. - Hanna Jensen Nú heldur leikurin fram í huganum og takk fyri tað, Harold Pinter, Guðjón Pedersen leikstjóri og Hans Tórgarð, ið týddi og spældi akkurát líka splendid sum altíð og tað sama var galdandi fyri Hjálmar Dam, Kristinu Sundar Hansen & Co. - Kinna Poulsen Nevan á kjaftin og kick in your face - Høgni Djurhuus

  • Føðingardagsveitslan á Tjóðpallinum

    Á Tjóðpallinum verður síðsta hond løgd á Føðingardagsveitsluna, ein av best umtóku leikum hjá Harold Pinter, sum verður frumsýndur leygardagin. Føðingardagsveitslan er ein sonevnd ”Comedy of Menace” – ein vandaskemtileikur – ið gongur fyri seg á lítla, forfalna gistingarhúsinum, sum Meg og Petey reka. Einasti gesturin er Stanley, sum kanska ella kanska ikki, hevur føðingardag. Kortini verður veitsla, tá ið teir báðir fremmandu og gátuføru Goldberg og Maccann koma á gátt og sum frá líður gerst føðingardagurin ikki sørt marrukendur. Leikurin tekur tøk við stór evni sum valdsnýtslu og ideologiska forfylging av einstaklinginum. Eisini fylla tættir sum persónlig fortíð og samleiki nógv í leikinum. Við sínum sniðfundigu dialogum megnar Pinter at skapa spenning, hóast leikgongdin er einføld, og hóast tað er heldur ógreitt, hvat persónarnir í roynd og veru vilja, og hvønn veg alt ber. © Myndir: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð LEIKARAR: Hjálmar Dam, Hans Torgarð, Kristina Sundar Hansen, Esther á Fjallinum, Páll Danielsen og Erling Eysturoy LEIKSTJÓRN: Guðjón Pedersen PALLMYND: Barbara Hilduberg LJÓSSNIÐGEVING: Ólafur Ágúst Stefánsson BÚNAR: Katrin Bonde TÝÐING: Hans Tórgarð

  • Eyðun Johannessen til minnis

    Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri men fyrst og fremst stóri íbirtarin innan føroyska leiklist, er nú farin um sýn, og vit drýpa høvur við virðing fyri tí, hesin undangongumaður hevur gjørt fyri og givið okkum. Eg fari at loyva mær at taka seinasta brotið úr Prologinum hjá Eyðuni úr endurminningum hansara “Míni leikapetti”: Tann dagin, eg av álvara flutti til Danmarkar í 1979, stóð eg afturi í hekkuni á ferðaskipinum og sá oyggjarnar søkka í havsbrúnna. Tá rak eitt tokutám fyri og fjaldi tær – oyggjarnar. So eg sá tær ikki søkka í havið. Tað, eg upplivdi, var, at tær – inni í mjørkanum – fóru, eins og mjørkin – spakuliga rekandi við táminum, og festu búgv í sinninum á mær. Og har eru tær enn. Síðan havi eg ikki havt farran av heimlongsli. Oyggjarnar festu búgv innan í mær! Nú hevur Eyðun verið á síni seinastu ferð heim til oyggjarnar, ið høvdu so stórt pláss í hjarta hansara, og sunnudagin fylgdu vit honum á hansara seinastu ferð hiðani. - Longu sum smádrongur hevði Eyðun evnini at eygleiða og síðani sjálvur at siga søgur út frá tí, hann hevði sæð, og á henda hátt at ogna sær søguna og frásøgnina. Eyðun segði javnan frá søgum, hann upplivdi sum smádrongur, og hvussu hann gjørdist varugur við reaktiónirnar hjá teim vaksnu, tá hann segði frá hesum søgum. Hetta hevur fylgt honum síðani. Hetta og tað, at Eyðun vaks upp í Havn í Rabarbukvarterinum - í grannalagnum hjá Reyða húsinum sum hann kallaði Sjónleikarhúsið - kom at ávirka hansara lívsleið. Eyðun tók eina avgerð um, hvat hann ætlaði sær við sínum lívi, og var hetta eitt val ið ikki var tað lættasta - hvørki tá hugsað var um framtíðar starvsmøguleikar ella at skula greiða øðrum frá hesi serstøku lívsleið síni innan leiklistina. Tá Eyðun kom heim aftur til Føroya við nýggjari útbúgving innan leiklist, vóru tað ikki øll ið mettu hetta, at vera sjónleikari, sum eitt virðiligt arbeiði. Hetta lýsir Eyðun sera væl bæði í “Míni leikapetti” og ikki minni í pallsettu einrøðufrásøgn síni: “Eitt lív sum apukattur”. Hóast mótgang, mangt særandi orð, og snævurskygni ið neit, so var brennandi málið ongantíð slept; at menna føroyska leiklist til ein vinnuveg, so at onnur eisini fóru at nema sær útbúgvingar innan sjónleikarayrkið. - Eyðun nam sær sjónleikaraútbúgving á Kongaliga Teatrinum og Odense Teater í 1960. Hóast Eyðun nú ferðaðist í ríkum leiklistaumhvørvum uttanlands, brendi hann fyri føroyskari leiklist, og kom hann eisini aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Eyðun leikstjórnaði í Sjónleikarhúsinum, umframt at hann í 1961 eisini fór undir at skipa fyri trý ára sjónleikaraskeiðum hjá Havnar Sjónleikarfelag, har luttakararnir fingu prógv við skeiðslok. Eisini skipaði hann fyri smærri skeiðum hjá sjónleikarafeløgum kring landið, og høvdu hesi skeið alstóran týdning fyri menningina av sjónleiki í Føroyum. Eftir at Eyðun hevði starvast sum fastur sjónleikari og leikstjóri á Aarhus Teater í 1970-’73, kom hann aftur til Føroya. Hesa ferð starvaðist hann sum sjónleikaráðgevi hjá leikbólkum kring landið, umframt at hann eisini leikstjórnaði, gjørdi pallmyndir og annað. Í 1977 var hann ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu. Í 1979 vóru aftur boð eftir Eyðuni úr Aarhus; hesaferð sum rektari á Sjónleikaraskúlanum við Aarhus Teater, har hann starvaðist til 1986. Í 1997 heiðraði Statens Kunstfond Eyðuni við lívsvarðandi veiting, og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Í 2000 gekk leiðin aftur heim til Føroya. Hesa ferð var tað Leikpallur Føroya ið sendi boð eftir Eyðuni at taka við sum listarligur leiðari fyri Leikhúsið Grímu við tí endamáli at seta Tjóðpall Føroya á stovn. Seinastu árini hevur Eyðun búðleikast niðri, men hevur hann tó verið fúsur at átaka sær arbeiðsuppgávur í Føroyum, tá boð hava verið eftir honum. - Øll árini hevur Eyðun - sum leikstjóri bæði í Føroyum og uttanlands - ríkað okkum og onnur við stórum og minniligum leikverkum; barnaleikum, klassikarum, nútímans leikverkum og ikki at gloyma tey nýskrivaðu føroysku leikverkini. Hesum seinastu brendi Eyðun serliga fyri, og legði hann nógva orku í at menna og seta tey á pall, tí: ongin tjóð uttan egin samtíðar leikverk. Við øllum tí, Eyðun arbeiddi við, vóru vit tikin inn í annan heim við millum øðrum Glataðu spælimonnunum, Meðan vit bíða eftir Godot, Eitur nakað land Week-end, Per Gúnt, Havfrúnni, Lykke Per, Tóm rúm, Kravravnum, På sporet af den tabte tid og vit kundi hildið fram millum tey fleiri enn 120 leikverkini, Eyðun hevur leikstjórnað. Í dag kunnu vit tó einans fegnast um tað tá serstøku avgerðina; at velja leiklistina til sína lívsleið, tí tað er einki at taka seg aftur í, at tað er Eyðun, ið hevur ment føroyska leiklist. Hann hevur ríkað okkum innan leiklistina og hevur ríkað alt Føroya fólk við upplivingum frá pallinum og útvarpstólinum. Har umframt hevði Eyðun ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum at seta Tjóðpall Føroya á stovn við tí endamáli at byggja føroyingum eitt Tjóðleikhús. Hóast Eyðun fór aftur til Danmarkar so var leiklistamenninigin í Føroyum altíð ein partur av honum, og tá vit fara at trína inn í nýggja Tjóðleikhúsið, eiga vit hava Eyðun við okkum í huganum, tí hetta er ikki minst honum at takka. - Sjálv minnist eg, at eg sum smágenta sat í Sjónleikarhúsinum og hugdi at leiki, ið Eyðun hevði sett á pall. Eg minnist hvussu trøllabundin eg var av tí, eg sá og hoyrdi, og løtan kendist ongantíð ov long - heldur ov stutt. Seinni var eg so heppin, at eg kom at arbeiða saman við Eyðuni, tá «Glataðu Spælimenninir» blivu settir á pall í Norðurlandahúsinum í 1993. Hetta var eitt gevandi samstarv ið var læruríkt á so mangan hátt. Tá Eyðun var biðin um at koma heim til Føroya at arbeiða hjá Leikpalli Føroya og Grímu við tí endamálið at vísa, at tað bar til at seta ein føroyskan Tjóðpall á stovn, var eg sera fegin og ikki minst errin av, at Eyðun ynskti at fáa meg við til tað arbeiðið. Hesi árini, ið vit arbeiddu tætt saman, góvu mær sera nógv, ið eg komi at hava við mær restina av mínum lívi. Takk fyri samstarvið, takk fyri vinalagið, takk fyri søgurnar, takk fyri løturnar og takk fyri tey hondskrivaðu brøvini - sum oftast við eini lítlari tekning. Eyðun tók mangan til: Tað grør um gangandi fót Nú eru fetini steðgað, men vit kunnu í dag - og vónandi í nógv ár framyvir - heysta av tí gróðri, hann sáddi. Við takksemi Tjóðpallur Føroya Jenny C. Petersen

  • Drama av ovastu hill

    Nú fáa føroyingar drama av ovastu hill, tá ið heimsgitni nobelvirðislønti enski leikritahøvundurin Harold Pinter fyri fyrstu ferð verður framførdur á føroyskum. Talan er um Føðingardagsveitsluna, ið er ein av hansara best umtóku leikum. Á Tjóðpallinum venja tey í hesum døgum til frumsýningina tann 30. septembur. Leikstjóri er íslendski Gio (Guðjón Pedersen), sum við hepnari hond longu hevur leikstjórnað fleiri leikir á Tjóðpallinum, millum aðrar Breaking the Waves, Portrettið og seinast skemtileikin Moldvørpuna. Tey, sum leika eru Hjálmar Dam, Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Kristina Sundar Hansen, Esther á Fjallinum og Hans Tórgarð, sum eisini hevur týtt leikin til føroyskt. Harold Pinter varð føddur í London í 1930 og fór sum ungur á sjónleikarskúla og arbeiddi síðani innan leiklistina í Onglandi og Írlandi. Í síni skriving fekk hann serstakliga íblástur frá Samuel Beckett, men skjótt varð greitt, at Pinter gekk sínar egnu leiðir. Samanbornir við leikirnar hjá Beckett, eru teir hjá Pinter meira naturalistiskir, og hann ritaði sítt navn inn í bæði sjónleikar- og bókmentasøguna seint í fimti- og byrjanini av sekstiárunum við leikum so sum The Dumb Waiter, The Caretaker og The Homecoming. Í hesum verkum er tað ófrættakenda og tað skemtiliga vovið saman við stórum nærlagni, og sæst hetta aftur í tí felagsheiti leikirnir fingu frá ummælarum: ”Comedy of Menace” – skemtileikur við einum undirstreymi av hóttanum og viðhvørt eisini kropsligum harðskapi. Men tað er lítið at taka seg aftur í, at tað, sum hevur serligan áhuga hjá Pinter, eru hansara persónar – ikki minst teir skeivu eksistensirnir – og viðurskiftini teirra millum. Føðingardagsveitslan varð frumsýndur í Cambridge í 1958 og hevur síðani verið leiktur óteljandi ferðir á leikhúsum kring heimin. Helst kann sigast, at sum heimurin sær út í dag við ivasamari miðlan av sannroyndum og beinleiðis falstíðindum, er leikurin so viðkomandi sum nakrantíð. Trøllvaksni maðurin Stanley hevur føðingardag, ella rættari, Meg sigur, at hann hevur føðingardag. Meg og maður hennara, Petey, reka tað lítla, forfalna gistingarhúsið, har Stanley býr. Men Stanley er ikki heilt samdur í, at hann hevur føðingardag, og hevur í øllum førum ikki hug at gera nakað stórvegis burtur úr tí. Kortini verður veitsla, tá ið teir báðir gátuføru gestirnir Goldberg og Maccann eru komnir á gátt, men sum frá líður gerst føðingardagurin ikki sørt marrukendur, og ein dagur, ið Stanley seint fer at gloyma, antin hann hevði føðingardag ella ikki. Leikurin tekur tøk við stór evni sum valdsnýtslu og ideologiska forfylging av einstaklinginum. Eisini fylla tættir sum persónlig fortíð og samleiki nógv í leikinum. Við sínum sniðfundigu dialogum megnar Pinter at skapa spenning, hóast leikgongdin er einføld, og hóast tað er heldur ógreitt, hvat persónarnir í roynd og veru vilja, og hvønn veg alt ber. Harold Pinter fekk í 2005 Nobelvirðislønina í bókmentum, sum legðist afturat teimum mongu virðislønunum, ið hann áður hevði fingið. Eftir aldarskiftið gjørdist hann støðugt meira politiskt virkin. Harold Pinter doyði í 2008.

  • Leikurin ONKI útsettur vegna sjúku

    Eftir eina væl eydnaða premieru av leikinum ONKI leygardagin 12. august noyðist Tjópallurin tíverri at útseta restina av sýningunum. Annar av leikarunum, Elias Magnussen, hevur fingið bruna í fótin og fær tí fyribils ikki spælt fysiskt krevjandi leiklutin sum Pierre Anthon. Sostatt vera ikki fleiri sýningar av ONKI fyrr enn í novembur. Tá vera bæði almennar sýningar og skúlasýningar og atgongumerki vera sett til sølu ein av komandi døgunum. Meðan vit bíða eftir fleiri sýningum av ONKI verður í næstum farið undir venjingar av leikinum “Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter, ið verður frumsýndur síðst í septembur. Vit ynskja Eliasi góðan bata og gleða okkum at síggja ONKI á palli aftur í novembur.

bottom of page