top of page
  • Writer's pictureTjóðpallurin

Café Gløgg aftur á Tjóðpallinum


Nú bjóðar Tjóðpallur Føroya aftur til jólahugna og skemt, tá ið væl umtókta Café Gløgg letur dyrnar upp tvey vikuskifti í desembur. Café Gløgg hevur verið afturvendandi táttur seinastu mongu árini, har møguleiki er at uppliva nýskrivað skemt, sang og dans í hugnaligum caféumhvørvi. Tiltakið egnar seg eisini sera væl sum partur av einum hugnaligum kvøldi eitt nú hjá bindiklubbum, vinabólkum ella arbeiðsplássum.


Tjóðpallurin og Víngarðurin bjóða eisini møguleikan fyri eini heildaruppliving við leiki og mati, soleiðis at kvøldið byrjar á Tjóðpallinum og endar í Víngarðinum við eini serligari jólamatskrá. Sjálvandi verður, sum siður er, eisini ein løggur av gløggi afturvið skemtinum á Tjóðpallinum.

Leikarar eru Hans Tórgarð, Erling Eysturoy, Esther á Fjallinum, Edvin H. Niclasen, Elias Magnussen og Anny Leo Thorsen. Klaverleikari er Kristian Pauli Ellefsen.


Sýningar verða hóskvøld til sunnukvøld, fyrstu ferð hóskvøldið 7. desembur.




bottom of page