top of page
  • Writer's pictureTjóðpallurin

ONKI aftur á pall



Nú verður leikurin ONKI aftur framførdur á Tjóðpallinum, eftir ein støðg síðani august. Í fyrsta umfari vera sýningar mikukvøldið 8. og hóskvøldið 9. november kl. 19.00.


ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING.

ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og fekk hann eitt nú sera góð ummælir á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið millum annað varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020.

Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon eitt spennandi toymi av ungum palllistafólkum. Leikarar eru Esther á Fjallinum og Elias Magnussen. Ljóssniðgevi er Jákup S. Thøgersen og ljóðmyndina hevur Vinjar Egilsnes Petersen gjørt. Pallmyndina, sum spælir ein virknan lut í sjálvari sýningini, hevur Barbara Hilduberg gjørt.


Umframt almennar sýningar vera eisini skúlasýningar á størri skúlum kring landið.



Myndir: Høgni Heinesen


bottom of page