top of page

Leitiúrslit

305 items found for ""

Skriv (8)

  • Café Gløgg aftur á Tjóðpallinum

    Nú bjóðar Tjóðpallur Føroya aftur til jólahugna og skemt, tá ið væl umtókta Café Gløgg letur dyrnar upp tvey vikuskifti í desembur. Café Gløgg hevur verið afturvendandi táttur seinastu mongu árini, har møguleiki er at uppliva nýskrivað skemt, sang og dans í hugnaligum caféumhvørvi. Tiltakið egnar seg eisini sera væl sum partur av einum hugnaligum kvøldi eitt nú hjá bindiklubbum, vinabólkum ella arbeiðsplássum. Tjóðpallurin og Víngarðurin bjóða eisini møguleikan fyri eini heildaruppliving við leiki og mati, soleiðis at kvøldið byrjar á Tjóðpallinum og endar í Víngarðinum við eini serligari jólamatskrá. Sjálvandi verður, sum siður er, eisini ein løggur av gløggi afturvið skemtinum á Tjóðpallinum. Leikarar eru Hans Tórgarð, Erling Eysturoy, Esther á Fjallinum, Edvin H. Niclasen, Elias Magnussen og Anny Leo Thorsen. Klaverleikari er Kristian Pauli Ellefsen. Sýningar verða hóskvøld til sunnukvøld, fyrstu ferð hóskvøldið 7. desembur.

  • ONKI aftur á pall

    Nú verður leikurin ONKI aftur framførdur á Tjóðpallinum, eftir ein støðg síðani august. Í fyrsta umfari vera sýningar mikukvøldið 8. og hóskvøldið 9. november kl. 19.00. ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING. ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og fekk hann eitt nú sera góð ummælir á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið millum annað varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020. Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon eitt spennandi toymi av ungum palllistafólkum. Leikarar eru Esther á Fjallinum og Elias Magnussen. Ljóssniðgevi er Jákup S. Thøgersen og ljóðmyndina hevur Vinjar Egilsnes Petersen gjørt. Pallmyndina, sum spælir ein virknan lut í sjálvari sýningini, hevur Barbara Hilduberg gjørt. Umframt almennar sýningar vera eisini skúlasýningar á størri skúlum kring landið. Myndir: Høgni Heinesen

  • Ein slóðari heiðrarur

    Tjóðpallur Føroya ynskir Biritu Mohr, Teiti Lassen, Eilifi Samuelsen og Ole Wick hjartaliga til lukku við Mentanarviriðslønum landsins 2023. Allar heiðurslønirnar so hjartaliga væl uppibornar fyri tykkara megnar arbeiði og ómetaliga stóra íkast til okkara mentanarlív. Vit fegnast sjálvandi serliga nógv um, at Birita Mohr fekk Serstøku virðisløn landsins 2023 fyri avrik hennara. Birita hevur verið ein av týðandi slóðarunum fyri at fáa yrkisleiklistina á pall í Føroyum og at vinna henni livilig kor. Birita hevur leikstjórnað, undirvíst, skrivað leikir og ikki minst, hevur hon tikið á seg stórar leiklutir gjøgnum árini. Birita hevur eitt nú leikt í Kvæðið um Kópakonuna, Glataðu Spælimennirnir, Brendar Brýr, Antigone, Gøtan, Á krabbasvalanum, Limbo, Eitur nakað land Weekend, Skøkjurnar ganga fremst inn í Himmalin, Kirsjuberjagarðurin, Aftaná Undrið, Nordost, bara fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Vit vilja við hesum ynskja Birtu hjartaliga tillukku við heiðrinum og takk fyri títt stóra íkast til leiklistina.

View All

Aðrar síður (297)

  • Palllistaligar upplivingar fyri børn og vaksin | Tjóðpallur føroya | Streymoy

    Á plakatini 7. des. 2023 Vís meira Nýggjastu skriv Café Gløgg aftur á Tjóðpallinum ONKI aftur á pall Ein slóðari heiðrarur Instagram Gev eitt gávukort Ein sjónleikur kann vera eitt minni fyri lívið Keyp Fá tíðindabrævið Beinleiðis kunning um leikir, tiltøk og tilboð Melda til

  • Var Bech Arting

    Vár Bech Árting Leikir á Tjóðpallinum ​ KRÍM ABC 2021-22 Vís meira ​

  • Café Grugg 2007

    Café Grugg 2007 ​ Leikarar Kristina Sørensen Ougaard Birita Mohr Rúna á Heygum Bjarni Berg Ria Tórgarð Súsanna Tórgarð Birita Mohr Kristina Ougaard Sørensen Súsanna Tórgarð Ria Tórgarð ​ ​

View All
bottom of page