Vit leita eftir kreativum og viðskapandi sjónleikarum í Føroyum
- 2 days ago
- 1 min read
Vit leita eftir kreativum og viðskapandi sjónleikarum í Føroyum, sum hava hug at menna og luttaka í einum sjónleiki um ríkisfelagsskapin, skaptur av einum bólki av listafólkum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark.
Vit hava upptøkuroyndir 12. og 13. august í tíðarskeiðinum kl. 10–16 og bjóða øllum professionellum pallistafólkum at søkja.
Eingin fyrireiking krevst, men tilmelding skal fara fram í seinasta lagi 3. august á telduposti: info@tjodpallur.fo
UM SÝNINGINA
Sýningin RIGET er ein listalig royndarverkætlan, har listafólk úr Føroyum, Grønlandi og Danmark saman fara inn í tær óbehagiligu samrøðurnar um viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum og geva sítt boð upp á eitt verk um eitt søguliga torført samband.
Onkur vil siga, at ríkisfelagsskapurin er sum ein dysfunktionell familja í kreppu, sum desperat hevur tørv á parterapi. Við coaching, samskiftisstrategium og amboðum til íverksetan skal ríkisfelagsskapurin gerast til ein veruligan og vælvirkandi felagsskap.
Men er samanhaldið í ríkisfelagsskapinum bara ein avoldað ímynd, har man smílist, heilsast og spælir sín leiklut? Hevur man yvirhøvur áhuga í leiklutinum, man hevur fingið?
Málið er ikki neyðturviliga at semjast, men heldur ein kanning av valdsbygnaðum, mentanarligum samanbrestum, geopolitiskum spenningum og persónligum traumum, sum halda okkum saman og reka okkum hvør frá øðrum.
TÍÐARSKEIÐ
Tað verða tvær verkstovuvikur í novembur/desembur 2026 í Grønlandi og/ella Danmark og venjingar í Tórshavn í januar og februar 2027. Frumsýning verður á Tjóðpalli Føroya 5. februar, og sýningar verða fram til 20. februar.
Í mars 2027 verður leikurin spældur í Nuuk og síðani í Keypmannahavn eina ferð í tíðarskeiðinum 31. mai til 13. juni 2027. Síðani verður farið á víðari leikferð.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í tíðarætlan.
Vinaliga
Harald, Vivi og Tue




