top of page

🎭 OPEN CALL: DramaTest Residency: Unheard Voices

  • 13 minutes ago
  • 2 min read

Hevur tú hug at skriva nýggjan føroyskan leikskaldskap? Tjóðpallur Føroya leitar eftir nýggjum røddum til eina menningartilgongd innan føroyskan leikskaldskap. Vit leita eftir fólki við góðum hugskotum, forvitni og vilja at menna søgur til pall. Hevur tú eina persónliga søgu, eitt listarligt eksperiment ella ein samfelagsligan spurdóm, ið tú kundi hugsað tær at kanna nærri á pallinum, so mást tú lesa hetta.


Um verkætlanina

DramaTest Residency: Unheard Voices er eitt norðurlendskt og baltiskt samstarv millum Tjóðpall Føroya og State Small Theatre of Vilnius, sum hevur til endamáls at styrkja menningina av nýggjum føroyskum leikskaldskapi gjøgnum mentorleiðslu, verkstovur, altjóða tilknýti og listarliga útveksling.

Vit leita eftir 2–3 luttakarum, sum ynskja at menna eitt dramatiskt hugskot ella eitt pallistarligt  konsept á føroyskum máli. Bæði roynd listafólk og nýbyrjarar verða eggjað til at søkja.

Teir útvaldu luttakararnir fáa møguleikan at menna sínar verkætlanir í samstarvi við royndar dramaturgar, leikstjórar og sjónleikarar. Hvør luttakari fær ein  norðurlendskan dramaturg knýttan at sær, sum virkar sum mentor og sparringspartnari gjøgnum alla skrivitilgongdina.

Hendan tilgongdin fevnir um 1-2 uttanlandsuppihald, umframt eina endaliga listarliga menningargongd, har verkini verða sett á pall í samstarvi við ein litavskan leikstjóra og føroyskar sjónleikarar. Ferðing og vistarhald verða goldin av verkætlanini, og luttakararnir fáa harumframt lítla samsýning.

Tað verður ikki væntað, at tú skrivar eitt liðugt leikrit. Málið er at menna eitt stutt verk ella eitt brot úr einari framsýning, sum við uppseting hevur eina longd á 15–30 minuttir.

Skeiðið endar við eini almennari framvísing av teimum mentu verkunum á Tjóðpalli Føroya.


Mál

Umsókn og leikrit skulu skrivast á føroyskum. Arbeiðs- og samskiftismálið á verkstovunum, uttanlandsuppihaldunum og í uppsetingini verður á enskum.


Umsókn

Umsóknin skal innihalda:

  • Eina stutta motivatiónsfrágreiðing (í mesta lagi 1 síða)

  • Lívrensl (í mesta lagi 1 síða)

  • Eina lýsing av tínum hugskoti (í mesta lagi 2 síður)

  • Eitt tekstdømi (í mesta lagi 10 síður)

Tekstdømið kann vera ein sena úr verkætlanini, ið tú ynskir at menna, ella eitt dømi um annan framleiddan tekst, t.d. prosa, yrking, sangtekst ella líknandi.

Umsóknir verða mettar út frá listarligu menningarmøguleikunum í hugskotinum, originaliteti og umsøkjarans motivatión at arbeiða við leikskaldskapi.


Praktisk viðurskifti


Verkætlanin er stuðlað av Nordisk Kulturfond og Nordisk Kulturkontakt.



Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

 
 

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page