Nógv kenna bøkurnar Og mamma! og 1-1-2 Fuglafjørður eftir Elina á Rógvi og mamma, og nú eru báðar bøkurnar um tann ikki heilt vanliga hanan, Morgunfríða, gjørdar til leik! Og mamma!
Frá sunnudegnum, 26. Mai, sleppa vit øll at síggja Morgunfríða, abban og ommuna, Paula og Viggo og hini á Tjóðpallinum.
Og mamma! er ein skemtiligur leikur við eini rúgvu av missskiljingum og mamma.
ABBIN
Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimaskinuni. So tú vekir hana IKKI!
MORGUNFRÍÐI
...hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.
ABBIN
Er mamma tín eisini tollut?
MORGUNFRÍÐI
Tað er ótrúligt, so ofta tú skalt tosa um mammu mína, kennir tú hana og mamma?
ABBIN
Nei, men tú sigur alla tíðina og mamma!
MORGUNFRÍÐI
Tað geri eg yvirhøvur ikki. Og mamma. Men stuttligt at tú skuldi nevna hana akkurát nú og mamma, tí tað er kokkulárakó dagur í dag.
Um tú ongantíð hevur sæð ein hana í reyðum smekkubuksum, skalt tú biðja ommu ella abba ella onkran heilt annan keypa atgongumerki á www.tjodpallur.fo, og biðja tey koma við til sjónleik á Tjóðpallinum frá 26. Mai og mamma.
Gjørt bøkurnar til leik hava Elin á Rógvi og Hans Tórgarð.
Leikstjórnini stendur Guðjón Pedersen fyri, meðan Barbara Hilduberg hevur gjørt pallmyndina.
Katrin Bonde hevur sniðgivið og seymað búnarnar, Julia Jacobsen hevur staðið fyri sminku og hári, og Jákup Thøgersen hevur sniðgivið ljósið.
Leikarar eru Hjálmar Dam, Hans Tórgarð, Kristina Sundar Hansen, Elias Magnussen, Anny Leo Thorsen, Esther á Fjallinum og Josefina Hansen og mamma.
Comments