top of page

Harald Thompson Rosenstrøm stjóri á Tjóðpalli Føroya

Writer's picture: TjóðpallurinTjóðpallurin

Eitt samt Leiklistaráð hevur tikið avgerð um at seta Harald Thompson Rosenstrøm í starvið sum stjóri á Tjóðpalli Føroya.



Harald Thompson Rosenstrøm er 38 ára gamal og er ættaður úr Oslo í Noregi. Harald Thompson Rosenstrøm er útbúgvin sjónleikari á Moscow Art Theatre School í Moskva - undir leiðslu av Kirill Seebrennikov.

Harald hevur lisið búskap og leiðslu á BI í Noregi, og hann hevur eina Masterútbúgving innan filmshandrit frá TAMK í Finnlandi.


Harald hevur viðkomandi royndir innan bæði leiklistayrkið og sum leiðari. Síðan 2022 hevur hann starvast sum listarligur leiðari eitt nú á leikhúsinum Vabalava í Estlandi, og áðrenn hetta var hann rektari á  leiklistarligum fólkaháskúla í Noregi í 5 ár. Harald hevur har umframt starvast sum sjónleikari á leikhúsum í Noregi, Russlandi, Frankaríki, Estlandi og Kosovu, umframt at hann hevur undirvíst í sjónleiki og leikstjórn.


Harald Thompson Rosenstrøm byrjar í starvinum tann 1. apríl 2025.

 

 

 

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page