top of page

Audition-verkstova á Tjóðpallinum

  • Writer: Tjóðpallurin
    Tjóðpallurin
  • May 23
  • 1 min read

Tjóðpallur Føroya bjóðar øllum yrkispalllistafólkum til eina sokallaða audition-verkstovu tann 23. og 24. juni 2025.

 

Í sambandi við at vit eru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið við nýggjum stjóra, ynskja vit at síggja og læra palllistafólkini í Føroyum at kenna áðrenn komandi sesong.

Tí hava vit fyriskipað eina verkstovu við tveimum av leikstjórunum, ið koma at arbeiða á Tjóðpallinum á heysti 2025.

 

Audition-verkstovan fevnir um tveir dagar; tann 23. og 24. Juni frá klokkan 16.00 til 20.30, og er fyri øll yrkispalllistafólk.

Luttakarar nýtast ikki at fyrireika seg á nakran hátt í sambandi við luttøkuna - uttan at møta við opnum sinni til tveir áhugaverdar dagar á gólvinum.

 

Vinaliga boða frá luttøku sum skjótast – tó í seinasta lagi tann 13. juni 2025 – við at senda ein teldupost til info@tjodpallur.fo.

 


Vit gleða okkum at síggja teg!




Til tey, sum ikki hava møguleika at luttaka á hesum sinni orsaka av stuttum skotbrá ella øðrum umstøðum, verða fleiri slík tiltøk í framtíðini.



Mynd: Wix
Mynd: Wix

 
 

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page