top of page

Sunneva #57725

Sunneva Sandø er høvuðspersónur í nýggja leikinum, Sunneva #57725 eftir Maritu Dalsgaard. Leikurin byggir á bókina, “Og dog er det sandt”, sum kom út í juli 1945, og hann fer fram í árunum 1939-45.


At veruleikin ofta er undrunarsamur, spennandi, lívsjáttandi og ikki minst ræðandi og skelkandi finnast nógv prógv fyri. Søgan um frælsishetjuna, Sunnevu Sandø, er eitt av teimum.

Sunneva #57725 er ein vitnisburður um leiðina hjá Sunnevu Sandø inn í fangið á eirindaleysu Nazismuni undir ræðustýri Týsklands.

Leikurin byrjar í 1939. Europa kókaði, vandin lúrdi og í september gjørdi Hitler innrás í Póllandi. - 2. Veraldarbardagi var veruleiki og Sunneva, sum heldur summarfrí í Danmark, velur at fara aftur til París.

Her byrjar ein ferð, ið umfatar jødaflutningar úr hertikna París á nátt, goymdar spiónir í íbúðum kring býin, loyndarmál, kotur, lygnir, vápnaflutning, fongsul, máttloysi, tortur, arbeiðs- og týningarlegur. Ein ferð, ið hóast lemjandi, eirindaleysar umstøður og armóð eisini rúmaði vinarlagi og umsorgan, og ikki minst, dirvi, trúgv, vilja og vón.


Hon fjalir tveir teir týdningarmestu menninar innan fronsku mótstøðurørsluna, Pierre Brossolet og Yeo-Thomas. Í 1944 verða bæði teir og hon tikin til fanga av Gestapo og ein nýggjur partur í tilveruni hjá Sunnevu byrjar.

Sunneva verður 15. august 1944 send til týsku kvinnuleguna, Ravensbruck. Vit fáa vit innlit í ræðuleikar, ein ikki kann ímynda sær í sínum villasta hugflogi. Gerandisdagurin í leguni var ein sugga av neyð og elendigheit, sjúku, deyða, revsingum, týningum, svongd, tosta, ótta, ótryggleika, endaleysum appellum og hópdrápum, og hetta er sjálvsagt ein berandi partur av søguni um Sunnevu. Men samstundis er Sunneva #57725 vakra og merkisverda søgan um eitt bergtakandi menniskja, ið tordi og vildi seta sítt lív í vága við tí fyri eyga at bjarga øðrum, at tæna sínum landi og sínum idealum. Leikurin er eisini áhugaverda og kveikjandi søgan um pakkarnar frá Reyða Krossi, sum gingu gjøgnum troystaleysu tilveruna hjá fangunum sum eitt fagnandi fylgistev, ið boðaði frá vón og gav fangunum eini kenslu av, at uttanfyri píkatráðin var onkur, ið hugsaði um tey, ið sótu handan múrin, har ongin vón, eftir sigandi, var.


Sannlíkt er, at Sunneva er hægst dekoreraði føroyingur nakrantíð. Hon er heiðrað av franska statinum og danska og bretska kongahúsinum fyri sítt virki undir 2. Verðaldarbardaga.

Sunneva var fødd í Todnesi á Sandoynni í 1898, har pápin var prestur. Sunneva varðveitti sambandið við síni føroysku vinfólk allar sínar dagar.

Leikurin er ein intimleikur, har rúmið virkar sum pallur og pallmynd. Av hesi orsøk ber til at flyta leikin úr rúmi í rúm, frá staði til stað. Hetta merkir samstundis, at áskoðaratalið til hvørja sýning er avmarkað.


Leikurin er 1 tíma langur.

Aldursmark: 14 ár.

LEIKRIT
Marita Dalsgaard
Sissal Kampmann
(eftir bók hjá Sunneva Sandø)

DRAMATURGISKUR RÁÐGEVI
Kjartan Hansen

Leikurhópurin hevur samarbeitt um leikuppsetingina

Leikari

Marita Dalsgaard

Marita Dalsgaard

Handan leikin

Kjartan Hansen

Leikstjóri

Marita Dalsgaard

Sissal Kampmann

bottom of page