top of page

Skeivur

Hvussu kennist tað at vera skeivur? At vera øðrvísi og ikki tað, ið fólk vænta? Aldrin at passa inn? At missa fótafestið í náttarlívinum, í kenslunum, í einum sjálvum – og kanska at finna seg sjálvan mitt í ruðuleikanum og óvissuni? Við leikinum Skeivur fær áskoðarin ein ógloymandi býtúr í Luux, og sleppur at uppliva dukandi náttarlívið og kaga beint inn í føroyska ungdómslívið anno 2026 - uttan filtur.


Skeivur er ein modernað svørt komedia um ung í náttarlívinum, fjaldar kenslur, rúsan, kynslív, intensar upplivingar og um Mark, ið roynir at stýra síni vreiði. Leikurin er bæði ræðandi og rørandi, speiskur og rakar beint inn í tað, ið nógv ung stríðast við: spenning, ótryggleika og krøv frá einum heimi, har alt kann broytast upp á eina nátt.


Eina nátt hittast nøkur ung fólk á einum dansistað, har tey møta einum manni, ið vil teimum okkurt – ella kanska bara einum teirra. Sum náttin gongur, fer alt á glið og í ruðuleikanum koma kenslur, loynidómar og ógvusligar hendingar fram í ljósið.


Skeivur er partur av eini nýggjari verkætlan hjá Tjóðpalli Føroya, har evnaríkir ungir leikarar sleppa á pall saman við royndum og útbúnum leikarum. Leikurin er úrslit av eini serligari skapandi tilgongd, kallað devising, har leikararnir sjálvir eru við til at mynda søguna. Tað merkir, at evnini, støðurnar og kenslurnar í leikinum spretta beinleiðis úr lívinum, upplivingunum og veruleikanum hjá teimum ungu sjálvum.


---


LEIKURIN VERÐUR SPÆLDUR Í LUUX, Tinghúsvegur 6


---


LEIKURIN VARIR UMLEIÐ 1 TÍMA OG 20 MINUTTIR


---


Leikurin er viðmældur vaksnum og ungum yvir 15 ár.

Gjørt verður vart við, at málburðurin í løtum kann tykjast ógvusligur, og at rúsevni verða umrødd.


---


Gjørt verður eisini vart við, at ljósið undir sýningini blinkar í løtum. Hetta kann ávirka fólk við ljósviðkvæmi.


HANDRIT
Even Torgan saman við leikarum

LEIKSTJÓRI
Even Torgan

LEIKARAR
Harald Egholm
Hjálmar Dam
Kelvin Origen Mathayo
Lív Bruun Muller
Marius Dam Christophersen
Óluva Heidiardóttir Tvørfoss

DRAMATURGUR
Barbara Hentze í Stórustovu

PALLSNIÐGEVI
Sámal Blak

BÚNASNIÐGEVI
Anna Kristin Bæk

LJÓÐSNIÐGEVI
Heðin Ziska Davidsen

LJÓSSNIÐGEVI
Villiam Soo Joensen

HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen

PALLSMÍÐ
Símun Pauli Hansen
David Geyti
Birgir Djurhuus

LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING
Tórálvur Tórgarð
Ása Helena Brynjarsdóttir

DURAVØRÐUR
Rókur Olsen

”FRONT OF HOUSE”
Sanna Bæk Hoydal
Elisabeth á Mýrini
Kjarta Olsen

FRAMLEIÐARI
Anny Leo Thorsen

MYNDIR
Gwenaël Akira Helmsdal Carré

VIDEO OG PLAKAT
Heiðrik á Heygum

PR
Allan Dalsgarð
Bogi Johansen
Barbara Hentze í Stórustovu

TAKK
Luux
Jákup Skovsgård Thøgersen
Lise-Lotte Vindelbo
Havnar sjónleikarfelag
Reyði krossur
Jógvan Weihe
Skálkur
Hjalti í Dali
Alda Helmsdal Benjaminsdóttir
Regin Bláhamar
Kári og Marjun Bæk
Dugni
Margarinfabrikkin
Føroya Bjór
Skúlin á Fløtum
Niels L. Arge
Fótbúni
Sverri Eriksen
Ronnie Poulsen
Havnar Dartfelag
Dartshop.fo
Deko & Print
Rógvi Helmsdal
Rógvi Joensen

Leikarar

Harald Egholm

Lív Bruun Müller

Hjálmar Dam

Marius Dam Christophersen

Kelvin Origen Mathayo

Óluva Heidiardóttir Tvørfoss

Handan leikin

Búnasniðgevi / búnaseyming

Anna Kristin Bæk

Leikstjóri

Even Torgan

Pall- og búnasniðgevi

Sámal Blak

Framleiðari

Anny Leo Thorsen

Ljóðsniðgevi

Heðin Ziska Davidsen

Pallsmiðjur

Símun Pauli Hansen

Rekvisittir

David Geyti

Hár og smyrsl

Julia Jacobsen

Ljóssniðgevi

Villiam Soo Joensen

Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page