Lív Bruun Müller
...er 23 ár og kemur úr Vestmanna. Tá hon ikki spælir sjónleik, arbeiður hon um tannlæknahjálpari á eini tannlæknastovu í Havn.
Lív royndi seg fyrstu ferð á palli í Sjónleikarhúsinum í 2023, og hevur hon síðan tá spælt á palli og í stuttfilmi.
"Eg havi altíð verið sera áhugað sjónleiki, men sum barn tordi eg ongantíð at melda meg til nakað innan økið.
At sleppa at spæla sjónleik er nakað heilt serligt. Tí meldaði eg meg til at verða við í hesi verkætlanini hjá Tjóðpallinum. Eg helt, tað ljóðaði sera spennandi, og tað er ikki so ofta, at man fær ein slíkan møguleika í Føroyum.
Hetta er heilt víst ein fantastiskur møguleiki hjá mær at menna meg sum sjónleikara,"
- sigur Lív, ið hevur ætlanir um at nema sær útbúgving og arbeiða við sjónleiki í framtíðini.

