Kelvin Origen Mathayo
er 17 ár og gongur á Glasi.
Kelvin hevur fimm systkin og er uppvaskin í Arusha, Tanzania. Tá Hann var 11 ára gamal, flutti hann til Føroya. Fyri hann var tað ein stór broyting - ikki bara at flyta frá einum landi til eitt annað, men alt var nýtt; bæði mentan, matur, veðurlag og vinarløg.
Sjónleikur hevur altíð verið ein týdningarmikil partur av lívinum hjá Kelvini. Í Tanzania spældi hann serliga sjónleik í kirkjuni, og upplivdi hann eina serliga gleði við at fáast við sjónleik. Tá hann flutti til Føroya skifti hann tó sjónleikin út við ítróttin. Hetta til at byrjaði á Glasi. Undirvísingin í leiklist kveikti aftur áhugan fyri sjónleikinum, og tí meldaði Kelvin seg til upptøkuroyndina til hesa verkætlanina á Tjóðpallinum, ið hann kennir seg hepnan at hava fingið ein leiklut í.

